Fleiri hundrað fólk vitjaðu Norðurbryggjuna hósdagin 27. november, tá hon lat upp við listaframsýningum og tónleiki, víni og fínum pinnamati. Til sjálva vígsluna vóru heiðursgestirnir politiski toppurin úr Danmark og Útnorði, Margretha Drotning og størsti vinnulívsmaðurin í Danmark, Mærsk McKinney Møller, hvørs stuðulsgrunnur hevur latið Norðurbryggjuni 20 milliónir krónur. Til listaframsýningina aftaná tustu føroyingar inn at síggja nýggju mentunarhúsini.
Vigdís Finnbogadóttir, formaður í nevndini fyri grunnin "Den Nordatlant-iske Brygge", lýsti Norður-bryggjuna opna, og hon leitaði aftur til 14. øld við orðunum, "Den snor som lægges af strenge tre, hun brister fuldnæppelig", sum Margrethe Drotning tann fyrsta, skal hava sagt um styrkina av felagsskapinum í Norðurlondum, tá ið hon savnaði tey undir sær.
Portur til Europa
Vigdís Finnbogadóttir takkaði donsku stjórnini fyri at hava givið pakkhúsini til verkætlanina, og legði dent á týdningin av, at miðstøðin er í Keypmannahavn - at Den Grønlandske Handels Plads hevur verið portrið hjá londunum í Útnorði til Europa og somuleiðis eitt portur hjá dønum og øðrum til vindblástu londini í Útnorði - at hetta samstarvið er millum fýra lond - ein fýrsmæra har myndin bert er fullkomin, um øll londini eru við. - Vit hava eina felags søgu saman, og vit skulu síggja tað sum eina barlast - ikki sum ein trupulleika, segði hon.
Síðan segði danski forsetisráðharrin Anders Fogh Rasmussen nøkur orð. Hann fegnaðist um mentunarmiðdepilin og segði seg vóna at ung sum gomul, danir sum útlendingar fáa gleði av Norðurbryggjuni.
Annfinn Kallsberg, løgmaður, legði dent á tann týdning, sum mentan og list hava fyri búskapin og vinnulívið og á teir møguleikar, ið Norðurbryggjan gevur føroyskum mentunarlívi.
- Her á Bryggjuni kunnu vit vísa hvørji vit eru, og hvat vit hava at bjóða Norðurlondum og Europa, segði hann og legði aftrat, at vit skulu loysa gomul bond og knýta nýggj..
Eivør fantastisk
Inn í millum røðurnar hjá teimum politisku yvirhøvdunum úr Danmark, Føroyum, Grønlandi og Íslandi var tónleikur framførdur frá teimum fýra londunum.
Eivør Pállasdóttir, ið var føroyska listarliga ískoytið undir vígsluni, var fantastisk - ikki bara tí hon syngur ómetaliga vakurt, men tí ein kingosálmur sungin á føroyskum/donskum júst sýndi okkara felags røtur best hendan dagin.
Húsakórið sang, meðan Margretha Drotning vitjaði Sendistovu Føroya, har hon fekk ein bita av sera leskiligu buffetini, sum Hotel Hafnia stóð fyri. Síðan helt løgmaður eina røðu og lýsti Sendistovu Føroya opna. Eftir at tann meiri hátíðarligi dámurin hevði lagt seg, og fólk ikki longur stóðu sum sild í tunnu, var ein avslappaður og sera góður stemmningur. Fólk vitjaðu ymiskar framsýningar og grannalondini - og kvøldið endaði sjálvsagt við føroyskum dansi, hóast tað als ikki var partur av skránni hendan dagin.