Seinni í mánaðinum verða samráðingar millum umboð fyri myndugleikarnar í Norðurkorea og Japan. Samráðingarnar verða í Kina, og hetta er fyrstu ferð í fýra ár, at almenn umboð fyri tey bæði londini fundast.
Tíðindastovurnar skriva, at samráðingarnar seinni í máninum eru framhald av samráðingum millum deildirnar hjá Reyða Krossi í Norðurkorea og Japan í síðsta mánað.
Eygleiðarar siga, at avgerðin um samráðingarnar er eitt tekin um betri viðurskifti millum Pyongyang og Tokyo, nú Kim Jong-un (myndin) hevur tikið við valdinum í Norðurkorea eftir faðirin.