Norðurkorea sendir trælir til Evropa

Norðurkoreanska stýrið hevur funnið ein nýggjan hátt at útvega ríkiskassanum útlendskt gjaldoyra.

Stýrið í Pyongyang gongur nú nýggjar leiðir fyri at fáa fatur á útlendskum gjaldoyra. Tann seinasta loysnin er at senda fólk til Evropa at arbeiða eftir sáttmálum, ið mest líkjast trælakorum.

Eitt nú arbeiða fleiri hundrað norðurkoreanar á ídnaðarverksmiðjum í Kekkia og Pólandi, men tey arbeiða og búgva undir øðrvísi viðurskiftum enn teirra starvsfelagar, skrivar týska tíðarritið Der Spiegel. Eitt nú búgva teir norðurkoreonsku arbeiðsmenninir fyri seg sjálvar, og fara teir út fyri dyr, hevur ein umboðsmaður fyri myndugleikarnar í heimlandinum alla tíðina eftirlit við teimum.

Alment verður sagt, at teir norðurkoreonsku arbeiðsmenninir arbeiða eftir lógligum sáttmálum, men evropeiskir mannarættindafelagsskapir halda uppá, at norðurkoreanararnir fáa bara ein lítlan part av lønini sjálvir. Meginparturin verður sendur myndugleikunum í Pyongyang.

Sambært Der Spiegel hava teir norðurkoreonsku arbeiðsmenninir í Evropa fingið at vita, at avdúka teir sannleikan, verða teirra næstringar sendir í arbeiðslegur.