Norðurlandahúsið stuðlar føroyskum bólkum

Norðurlandahúsið, ið eisini stendur aftan fyri Atlantic Music Event, stuðlar nøkrum av teimum bólkum, sum hava spælt til AME tiltøkini í Føroyum á ferðum sínum til útlandið. Hesa vikuna eru Budam, Eivør og Boys In A Band á SPOT festivalinum í Aarhus. Eisini spældu Boys In A Band í á Jelling festivalinum farna vikuskiftið, og spæla eisini á NIBE-festivalinum í juli. Ferðirnar hjá øllum hesum bólkum verða stuðlaðar av Norðurlandahúsinum.

Eisini stuðlar Norðurlandahúsið SIC sum í juni fer á sama pall sum eitt nú danski tungmálmsbólkinum Illdisposed, á tungmálmstiltakinum Herning Heavy Holocaust II. Og 200 sum spæla á Go!North festivalinum í Skotlandi!

Norðurlandahúsið og AME meta, at tað er sera týdningarmikið at fáa føroyskan tónleik út um landoddarnir og gleðast yvir tað framgongd, sum hevur verið seinastu árini. Alt hetta krevur gott samstarv bæði innanlands og uttanlands millum feløg og stovnar. Serstakliga eru vit takksom fyri tann stuðul, sum Atlantic Airways hevur sýnt tiltakinum. Eisini er tað positivt, at Samvit og Vinnuframagrunnurin aktivt eru við til at lyfta hesa uppgávuna, og ikki at gloyma G!festivalin, TUTL og fleiri privat, sum gera eitt gott arbeiði á hesum øki. Spennandi verður at síggja, hvat alt hetta samstarvið fer at føra til framyvir og um føroyingar fara at koma meira inn á eitt nú bretska marknaðin, á AME-Føroyar og Reykjavík vóru fleiri umboð fyri bretskar miðlar og tónleikaídnaðin.

 

Tíðindaskriv