Norðurlandaráðið vil hava felags norðurlendskan samleika

Norðurlandaráðið vil nú gera tað lættari at búgva, lesa og dríva fyritøku í Norðurlondum. Ætlanin er at gera eitt felags talgilt samleikaprógv, ið skal hava tann eginleikan, at tú kann nýta tað tvørtur um landamørkini í Norðurlondum.

 

Norðurlandaráðið sigur, at talan er ikki um at gera eitt nýtt samleikaprógv, men at gera skipanir, soleiðis at øll prógvini kunnu nýtast í øllum londunum.

 

Samleikaprógv skal nýtast tá ein til dømis skal hava atgongd til bankar og sosialar veitingar. Sambært Bente Stein Mathisen frá Norðurlandaráðnum, so er tað lutflasliga lætt at gera skipanir, ið kunnu virka fyri øll londini.

 

Hon sigur við heimasíðuni hjá ráðnum, at innbjóðingar verða nú sendar til dømis til bankar og fyritøkur, ið skulu brúkast sum hoyringspartar í málinum.