Norðurlendskar kvinnur móti harðskapi

Í døgunum 18. til 22. mei skipar Kvinnuhúsið fyri ráðstevnu á Hotel Føroyum. Ráðstevnan verður hildin á hvørjum árið undir heitinum »Nordiske kvinder mod vold«. Fyri fyrstu ferð verður ráðstevnan í Føroyum og luttakararnir eru 145 kvinnur ið starvast sum sjálvbodnar ella lønt starvsfólk í Kvinnuhúsum, á Kreppumiðstøðum ella incestmiðstøðum í Norðurlondunum. Luttakaralondini eru Grønland, Ísland, Finland, Noregi, Svøríki, Danmark og Føroyar.

Endamálið er, at koma saman, fáa meira vitan og tosa um og mennast í arbeiðnum. Á ráðstevnuni eru fyrilestrar, framløga frá luttakaralondunum um støðuna hjá harðskapsraktu kvinnuni og mentanarlig tiltøk.

Fyrilestrahaldarar eru Joan Pauli Joensen, professari (Tað lítla oyggjasamfelagið), Malan Marnersdóttir, rektari (Kvinnan í søguni), Sonja Klein, prestur (Kvinnur og átrúnaður), Karen Helweg-Larsen, forskari (Nor-vold verkætlanin), Randers Krisecenter (Útlensk børn á Kreppumiðstøðum) og Sundby Krisecenter (Børn á Kreppumiðstøðum).

Ráðstevnan verður sett hóskvøldið 18. mei av Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskonu í almanna- og heilsumálum.