Hóast hann ikki hevur brúkt so nógva tíð upp á talv, sum hann onkuntíð hevur gjørt tað, var Helgi Dam Ziska væl fyri, tá kappingin um norðurlendsku meistaraheitini í ungdómstalvi fór í gongd í Norðurlandahúsinum hósdagin.
Fyrstu trý talvini hevði hann hvíta fólkið, og tí kundi hann meira ella minni sjálvur seta dagsskránna frá byrjan – og væl lá fyri. Helgi vann fýra tey fyrstu talvini og var á odda í U20-bólkinum frá byrjan til enda.
– Tá tú telvar, er rættiliga umráðandi at fylgja væl við, hvat teir bestu takast við, tí alla tíðina koma nýggir leikir inn í myndina, sum tú mást kenna, um tínir mótstøðumenn velja at brúka hesar leikir. Har havi eg kanska ikki fingið fylgt so øgiliga væl við í síðstuni, men eg var allíkavæl væl fyri og fekk stýrt flestu talvunum tann vegin, eg vildi hava tey, sigur Helgi.
– Eg fekk í veruleikanum eina dreymabyrjan, og í teimum førum, har mótstøðumenninir vóru heldur veikari, valdi eg at telva trygt og uttan at taka teir stóru kjansirnar, og tá kundi eg vinna við mínum betra spæli. Við at byggja upp spakuliga, kundi eg brúka mínar dygdir sum best, og tað gav tíbetur úrslit. Tað var líka í tí fimta talvinum, at eg rættiliga fekk oyruni í maskinuna og eisini tapti.
Stýrdi talvunum
Eitt tað mest krevjandi talvið var tað annað í kappingini, tá Helgi møtti svenskaranum Erik Blomqvist. Teir eru báðir altjóða meistarar og bara 15 ratingstig vóru á muni teirra millum. Hetta skuldi eisini vísa seg at gerast ein av størru avbjóðingunum hjá Helga í kappingini.
– Tað vísti seg, at tað var nokk so drúgt at fáa hetta talvið til høldar, men tað gekk so. Aftaná vísti tað seg eisini, at hesin sigurin skuldi gerast altavgerandi fyri, at eg at enda vann kappingina. Blomqvist var jú styrkismettur sum nummar eitt undan kappingini, so tað var gott at kunna vinna á honum, sigur hann.
Kappingin hesa ferð var á heimavølli, og tað helt Helgi vera ein fyrimun, umframt at tað var nógv stuttligari. Hann vísir á, at hann í fjør endaði á einum deildum fyrstaplássi í somu kapping og fekk silvur, men at tá var tað næstan eingin, sum legði tað til merkis, tí fólk í Føroyum nóg illa vistu av, at kappingin var.
– At sigurin so eisini kom til høldar sama dag, sum talvsambandið hevði føðingardag, gjørdi tað ikki verri. Fyri meg var hetta í øllum førum øgiliga stórt, og eg vil siga, at hetta norðurlendska meistaraheitið er nakað av tí størsta, eg havi verið við til, sigur Helgi Dam Ziska, ið annars heldur tað vera torført at samanbera úrslit í einari kapping við úrslit í einari aðrari.
– Her vinni eg eitt meistaraheiti, og tað er sjálvandi ótrúliga deiligt. Men tað er jú eitt sindur torført at samanbera tað við eitt nú stóru kappingina í Íslandi fyri trimum árum síðani, tá tað gekst mær sera væl og eg millum annað megnaði at vinna á Jan Timman úr Hollandi, sum hevur verið ein av heimsins bestu telvarum og enntá hevur telvað HM-finalu ímóti Karpov í síni tíð.
Fleiri avbjóðingar
Spurdur, hvat Helgi heldur um, at hann verður sæddur sum ein fyrimynd fyri teir yngru telvararnar, heldur hann, at tað kann hann saktans liva við. – Tað er bara stuttligt, og um eg kann, so vil eg fegin royna at geva hinum nakað positivt, sigur norðurlendski meistarin, ið eisini heldur, at fleiri av teimum yngru telvarunum hava sera góð evni og góðar eginleikar, sum kunnu føra teir fram á leið.
– Ofta síggja vit góðar telvarar, sum kundu blivið væl betri enn eg, um teir bara gjørdu nakað við tað, so har eru fleiri. Men ofta kann tað henda nokk so knappliga, at ein telvari mennist og fer at gera um seg, og eg vil siga tað soleiðis, at fyri fleiri av hesum yngru er tað bara ein spurningur, hvussu nógv tey sjálv vilja leggja í tað, sigur Helgi Dam Ziska.
Sjálvur leggur hann seg ikki á latu síðuna, fyri tað um hann júst er vorðin norðurlendskur meistari í ungdómstelving, tí longu sunnudagin skal hann telva í donsku liðkappingini, har hann skal hjálpa liðnum frá Helsinge, sum er ráðandi danmarkarmeistari. Og í næstum skal hann møguliga eisini gera eitt legg til Íslands, har hann í liðkappingini skal hjálpa einum liði av Akureyri.
– Eg havi valt at gjørt eitt sindur meira við skúlan og eitt sindur minni við telvingina. Tað merkir millum annað, at uttanlandsferðirnar ikki verða so nógvar, sum tær annars høvdu verið, sigur Helgi Dam Ziska, sum eisini her heima eigur onkra avbjóðing á. Sum ráðandi føroyameistari verður Helgi Dam Ziska helst at síggja millum telvararnar, sum á páskum fara at dystast um FM fyri einstaklingar.