Fýra bankar í Danmark vóru millum teirra, sum hava verið ígjøgnum eina serliga roynd, sum ES hevur skipað fyri. Málið var at kanna, um bankarnir eru førir fyri at standa ímóti ymsum trupulleikum.
Donsku bankarnir, sum vóru í kanningini, vóru Danske Bank, Jyske Bank, Sydbank og Nykredit Bank, og teir sluppu allir ígjøgnum nálareygað hjá ES. Seks aðrir norðurlendskir bankar vóru við í kanningini. Í Svøríki vóru tað Nordea, Handelsbanken, SEB og Swedbank, í Noregi DNB Nor og í Finnlandi OP-Pohjola.
Henrik Ramlan-Hansen, sum er búskaparstjóri í Danske Bank, sigur, at í bankunum var ongantíð ivi um, at teir fóru at klára royndina hjá ES. Hann leggur afturat, at vónandi kann kanningarúrslitið beina burtur allan iva um teir skandinavisku bankarnar.
Átta bankar kláraðu ikki ES-royndina. Talan er um fimm spanskar, tveir grikskar og ein eysturríkskan banka.