Norðurlond eru øll víðari

Øll okkara grannalond í eystri, Noreg, Danmark og Svøríki hava vunnið seg í millumspælið í HM kappingini í Kroatia. Í bólki D vann Noreg ein tryggan 30-20 sigur á Egyptalandi. Noreg var á odda 14-10 í hálvleikinum. Veteranurin, Steinar Ege stóð ein branddyst í málinum, og Kristian Kjelling skeyt 9 mál fyri Noreg.

 

Í sama bólki tóku danir sær av løttum ímóti Saudi Arabia. Danir vunnu stórsigur 32-13, aftaná hálvleiksstøðuna 17-4. Anders Eggert gjørdist danskur toppskjútti við 10 málum. Brasilia skelkaði øll við at sigra 32-30 á Serbia.

 

Tað var tó Svøríki sum stóð fyri bragdinum í bólki D, tá teir vunnu ein flottan 34-30 sigur á Spania. Svøríki førdi 19-13 í hálvleikinum. Dalibor Doder gjørdist svenskur toppskjútti við 11 málum. Johan Sjöstrand í málinum bjargaði eisini Svøríki við nógvum bjargingum.

 

Úrslitini :

 

Bólkur A :

 

Frakland-Australia 42-11

Ungarn-Slovakia 24-24

Rumenia-Argentina 30-26

 

Bólkur B :

 

Kroatia-Kuba 41-20

Svøríki-Spania 34-30

Suðurkorea-Kuwait 34-19

 

Bólkur C :

 

Russland-Tunesia 36-31

Týskland-Algeria 32-20

Pólland-Makedonia 29-30

 

Bólkur D :

 

Brasilia-Serbia 32-30

Danmark-Saudi Arabia 32-13

Noreg-Egyptaland 30-20´

 

Frakland 6 stig

Slovakia 5

Ungarn 5

Rumenia 2

Argentina 0

Australia 0

 

Kroatia 6 Stig

Svøríki 6

Spania 4

Suðurkorea 2

Kuwait 0

Kuba 0

 

Týskland 5 Stig

Makedonia 4

Pólland 4

Russland 3

Tunesia 2

Algeria 0

 

Danmark 6 Stig

Noreg 6

Serbia 2

Egyptaland 2

Brasilia 2

Saudi Arabia 0