P/F Hvalnes í Klaksvík, sum er felagið, ið eigur og rekur nótaskipið Norðborg, hevði eitt gott úrslit í fjør. Sambært roknskapinum er yvirskotið 103.450.000 krónur. Tað er 75 milliónir krónur meira, enn árið fyri.
Bruttuúrslitið hækkaði við 99,8 milliónum krónur frá 119,2 milliónum í 2012 til 219,1 millión í 2013. Høvuðsorsøkin er, at fiskiloyvi, sum hoyrdi til Christian í Grótinum, sum í nøkur ár hevur verið skrásett hjá Norðborg. Hetta fiskiloyvið er í sambandi við at systurfelagið P/F Christian í Grótinum keypti ein nýggja Christian í Grótinum, varð flutt aftur til Christian í Grótinum. Hendan sølan gav ein innanhýsisvinning í konsernini upp á slakar 79 milliónir krónur.
Úrsltið fyri fíggjarpostar er 126,8 milliónir krónur og er hækkað við 103 milliónum. Umframt tað, sum nevnt er omanfyri, so er úrslitið áðrenn fíggjarpostar hækkað vegna lægri avskrivingar á veiðuloyvi upp á 18,7 milliónir krónur.
Leiðslan skrivar í ársfrágreiðingini, at hon eisini væntar eitt positivt úrslit í felagnum í ár.
Eginognin í felagnum var við árslok í fjør 241.561.000 krónur.
Tað er P/F frá 5. juni 1992 P/f, sum eigur allan partapeningin í P/F Hvalnes. Hesi feløg eru partur av konsernini hjá Kristian Martin Rasmussen og synum, har høvuðsfelagið eitur P/F Palli hjá Mariannu. Tann ársroknskapurin er enn ikki at alment tøkur enn. Men við árslok í 2012 var eginognin hjá P/F Palla hjá Marionnu góðar 345 milliónir krónur