Norðheim fær væl av skel eystanfyri

Tað hevur viðrað væl í heyst og úrtøkan úr skelini er hampuliga góð, men marknaðurin fyri bæði skeljar og rækjur, sum fyritøkan O. C. Joensen á Oyri arbeiðir, er heldur vánaligur í løtuni

Skeljatíðin hevur nú vart ein mánaða, og úrtøkan er sum eitt miðal ár, sigur Sofus Poulsen, stjóri hjá O. C. Joensen á Oyri.

Tað hevur annars viðrað rættiliga væl í heyst, og Norðheim hevur verið í drift alla tíðina, sigur Sofus Poulsen.

Skiparin á Norðheim, Christian Joensen, metir, at teir samanlagt hava fiskað meira enn vanlig ár. Men tað kemur av nógvari drift, sigur hann. Hann heldur ikki, at tað er meira skel til, enn vanligt.

Men bæði Sofus Poulsen og Christian Joensen siga, at skelin tykist væl fyri í ár. Og úrtøkan er heldur oman fyri tað vanliga, siga teir.

Tað kann vera, at tað er tí, at økini verða røkt, halda teir.

Tað er nevniliga soleiðis, at roynt verður bara eitt ár á einum øki. Síðan verður flutt aðrastaðni. Christian Joensen, skipari á Norðheim, sigur, at tað ganga helst eini fimm ár, áðrenn teir vera aftur á sama øki, sum teir eru í ár. Og so hevur skelin fingið frið at vaksa ta tíðina.

Norðheim roynir á einum øki eystan fyri Nólsoynna. Teir avreiða vanliga hvønn dag á Oyri.


Slakur marknaður

Sofus Poulsen letur einki at marknaðinum fyri skeljar í løtuni.

Nú er føroyski útflutningurin ikki serliga nógvur. Og hann formár sær lítið móti tí risastóra kinesiska útboðnum, sum er í til dømis Fraklandi í løtuni.

Kinesarar framleiða stórar nøgdir av skeljabollum, sigur Sofus Poulsen. Og tað ávirkar sjálvandi marknaðin.

Marknaðurin tykist rættiliga avmarkaður, og Skeljavirkið á Oyri selir mest til Fraklands, sigur Sofus Poulsen.

Í summar er tað hent, at kinesarar hava fingið forboð at flyta út skeljar til ES. Tað er okkurt bakteriologiskt, sigur Sofus Poulsen.

Men slíkt forboð kemur ikki í gildi frá degi til dags, so allir kinesararnir eksploderaður í senn og sendu tað, teir høvdu liggjandi, á goymslu í ES, áðrenn forboðið kom í gildi. Hendan stóra nøgdin liggur nú har niðri og ávirkar marknaðin, sigur Sofus Poulsen.


Eisini rækjur

Nú eru tað ikki bara skeljar, sum arbeiddar verða á Oyri.

Í grundini er fyritøkan O. C. Joensen helst betri kend fyri rækjuvirkið.

Og her verður arbeitt við fullari kraft um dagarnar, sigur Sofus Poulsen.

Tað er nú, keypararnir eru í ferð við at fáa jólakeypini upp á pláss, og so er at vera úti um seg.

Sofus Poulsen letur tó heldur einki at rækjumarknaðinum. Hann er, sum so mangt annað, vit framleiða, rættiliga avmarkaður til ES, sigur hann. Og prísurin er einki serligur.

Tað er mestsum bara føroyskar rækjur, arbeiddar verða á virkinum á Oyri.

Russararækjurnar, sum nakað varð gjørt við fyrr, eru at kalla ikki við í framleiðsluni longur.

Tað er soleiðis, at loyvt er at blanda eini 10% av triðalandsrækjum í tað, sum selt verður í EU. Men av tí, at føroyska framleiðsluorkan er partvís lítil, verða tey 10% eisini ein rættiliga lítil nøgd, so ikki loysir seg at keypa inn til hetta.

Norðmenn og íslendingar keypa væl av russiskum rækjum at blanda í teirra framleiðslu. Men har eru tað heilt aðrar nøgdir, enn okkara, vit tosa um, sigur Sofus Poulsen.

Umframt kemur, at russar hava eisini funnið út av, at tað ber til at fá prís fyri teirra vøru. Og teir krevja sjálvandi tað sama, sum aðrir, fyri rækjurnar.

»Tá so tollur skal gjaldast í ES fyri triðalandsvøru, hava vit ikki orku til at keypa russiskar rækjur,« sigur Sofus Poulsen.

Nú arbeiði er á báðum virkjunum samstundis, eru eini 75 fólk til arbeiðis á Oyri, sigur Sofus Poulsen. Og við Norðheim eru seks mans.

Øll framleiðslan hjá virkjunum á Oyri, verður seld gjøgnum Fiskasøluna.