HSF skrivar:
- Føroysku U17-menninir gjørdu einki við eitt vælleikandi sveisiskt lið, sum vann stórsigur 31-18, eftir hálvleiksstøðuna 19-10. Harvið gjørdist Sveis nummar 3 og Føroyar nummar 4 í Nordic Open.
Føroyska liðið koma stak illa frá byrjan og vóru aftandfyro 4-0 longu eftir 5 minuttir. Luftin tóktist vera farin nakað úr ballónini eftir tveir harðar dystir í gjár og fyrradagin. Neyvleikin var ikki til staðar og nógvar villur. Okkara vóru við í dystinum í løtum, men var talan um eitt sera uppsett og vælleikandi sveisiskt lið, sum domineraði. Liðini fóru til hálvleiks við støðuni 19-10 til Sveis.
Tað var eyðsæð at dysturin var farin, og føroysku venjararnir nýttu seinna hálvleik at royna ymsar uppstillingar, at fáa allar leikarar í spæl, hetta við komandi uppgávum fyri eyga. Munurin vaks ikki tað stóra í seinna hálvleiki og endaði dysturin 31-19.
Endaliga støðan í Nordic Open gjørdist harvið at Týskland, Ísland og Sveis øll fingu fýra stig, meðan føroyar endaðu aftast við ongum stigið. Týskland var best innanhýsis av teimum trimum áðurnevndu og fingu steypið handað í morgun eftir 28-25 sigurin á Íslandi.
Næsta uppgávan hjá ungu monnunum verður EM-endaspælið, sum verður í august 2026 í Serbia. Skrivar HSF.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Boas á Skipagøtu 7 (2)
Petur Tóri Jacobsen 3
Teitur Hellisdal 3 (1)
Árni Lassen 1
Hákun Rask Olsen 1
Gilli Reginsson 1
Brandur Dánialsson 1
Gabriel Petersen 1