Svend Abrahamsen tekur við starvinum eftir Dag Alvenberg 1. januar næsta ár. Nordiske Film- og TV-fond ræður á hvørjum ári yvir 60 mió. donskum krónum, sum koma frá Norðurlendska Ráðharraráðnum, tíggju norðurlendskum sjónvarpsstøðum og fimm norðurlendskum filmsinstituttum. Høvuðssætið hjá grunninum er í Oslo.