Norðmaður flytur úr Gundadali og til NSÍ

NSÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Fabian Ness, sum í fjør spældi við B36

Fyri stuttum flutti Jann J. Benjaminsen úr B36 og til NSÍ. Hann var síðsta kappingarár fyri tað mesta vongverji í høgru.

 

Í kvøld boðar NSÍ frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Fabian Ness. Norski spælarin flutti í summar til B36, og eftir summarsteðgin var hann fastur vongverji í vinstru.

 

NSÍ skrivar soleiðis í kvøld:

 

25 ára gamli norðmaðurin Fabian Ness hevur í kvøld skrivað undir sáttmála við NSÍ.


Síðsta summar flutti hann til B36. Har spældi hann 13 dystir fyri árstalsfelagið, men nú fer hann í gulu blusuna í Runavíkini og er klárur at koma í gongd við kappingarárið 2025.


Fabian hevur sín fótbóltsuppvøkstur í Noregi, har hann hevur spælt við liðum sum Start, Grorud, Stømmen og SF Grei. Fabian hevur røkt plássið sum vinstri bakkur og kemur sostatt til felagið fyri at styrkja um hettar plássið.


Fabian hevur sínar styrkir bæði í tí defensiva spælinum, men samstundis ikki smæðin fyri at koma framvið og luttaka í tí offensiva spælinum.


Hann kemur til Føroyar í vikuni og verður at síggja á vøllinum við Løkin í næstu viku, tá allir møta inn aftur til venjing.


Vit ynskja Fabian hjartaliga vælkomnan til NSÍ!


Saman standa vit sterk.


Keldur: faroesoccer og transfermarkt