Norðoya Sparikassi hækkar renturnar

- Broytingarnar koma í gildi tann 20. august 2026, sigur Norðoya Sparikassi í tíðindaskrivi

- Danski Tjóðbankin hækkaði rentuna við 0,25 %-stigum tann 12. juni, og tí hækka inn- og útlánsrentur í Norðoya Sparikassa eisini. 

 

Hetta sigur Norðoya Sparikassi í tíðindaskrivi nú seinnapartin.

 

- Inn- og útlánsrentur hækka við upp til 0,25 %-stigum fyri bæði privat- og vinnukundar. Broytingarnar koma í gildi tann 20. august 2026. 

 

Lagt verður aftrat, at rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans www.ns.fo verður dagført, tá broytingarnar koma í gildi.