- Hetta er ein eyðmýking fyri norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un, sum vil vísa hernaðarliga styrki, veit tíðindastovan NTB at siga í nátt

Norðurkorea handtikið fleiri skipasmiðjufólk

Eitt herskip, sum skuldi sjósetast, fórst illa, tá tað koppaði undir sjósetingini - helst, meðan stór áskoðarafjøld var hjástødd til hátíðarhald

 

- Hetta er ein eyðmýking fyri norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un, sum vil vísa hernaðarliga styrki, veit tíðindastovan NTB at siga í nátt

Norðurkorea hevur handtikið fleiri skipasmiðjufólk, eftir at eitt herskip koppaði í býnum, Chongjin, tá skipið skuldi sjósetast.

 

Tað upplýsir KCNA (Korean Central News Agency), sum er almenna tíðindastovan í Norðurkorea.

 

Óhappið hendi, tá herskipið, sum vigar eini 5000 tons, skuldi sjósetast. Skipið fekk stóran skaða, og partar av skrokkinum fóru í knús.

 

Fylgisveinamyndir vísa, at skipið, sum liggur á liðini, liggur fjalt undir bláum pressendingum, og afturskipið liggur í sjónum.

 

Serfrøðingar siga, at hendingin helst fór fram, meðan nógv fólk vóru samlað til sjóseting og hátíðarhald.

 

- Hetta er ein eyðmýking fyri norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un, sum vil vísa hernaðarliga styrki, veit tíðindastovan NTB at siga í nátt.

 

##med2##

 

 

 

- Hetta er ein eyðmýking fyri norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un, sum vil vísa hernaðarliga styrki, veit tíðindastovan NTB at siga í nátt

Hetta er ein fylgisveinamynd av Chongjin Shipyard, og her sæst eisini bláa pressendingin