Norðurlendsk skótaráðstevna í Føroyum

Um vikuskifti hevur stór skótaráðstevna verið í Norðurlandahúsinum

Har hava 180 fólk úr øllum Norðurlondum, harav tey 80 úr Føroyum, millum annað tosað um, hvussu skótavirksemið í Norðurlondum skal leggjast til rættis næstu trý árini.

Føroya Skótaráðhevur seinastu trý árini hava formansskapin. Tá formansskapurin endar verður vanliga skipað fyri slíkari ráðstevnu at leggja til rættis skótavirksemið næstu trý árini.

Ymsar verkstovur hava verið á skótaráðstevnuni, eitt hava danir havt um skótajamboré'ina, sum teir bjóða sær at hava í 2031, og føroyingar hava havt verkstovu um føroysku skótahjálpina, sum er eitt sindur øðrvísi, enn tær í hinum Norðurlondunum.

Ráðstevnan endar við gallaveitslu í kvøld.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##