Norðurlendsk svimjikongress í Føroyum

Viðgera reglur serliga í sambandi við norðurlendskar meistarastevnur

Svimjisamband Føroya skipar í dag fyri árligu svimjikongressina hjá Norðurlendska svimjisambandinum, við aðalfundi áðrenn døgverða og starvsnevndarfundi aftaná. 

 

Á skránni er millum annað staðfesting av innlimanini av estiska svimjisambandinum í norðurlendska svimjisambandinum, og viðgerð av broytingaruppskotum sum aðalskrivarar og ítróttarstjórar komu við á fundi í Stokkhólmi í januar mánaða.

 

Finska svimjisambandið hevur í løtuni formansskapin í norðurlendska svimjisambandinum, til Ísland nú aftaná hendan fundin yvirtekur ta uppgávuna.