Í dag skal ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hitta ríkis-og stjórnarleiðarar úr Noregi, Svøríki, Danmark, Finnlandi og Íslandi í svenska høvuðsstaðnum, Stokkhólmi.
Millum ríkisleiðararnar, sum skulu hitta ukrainska forsetan, nú hann er á vitjan í Svøríki, er eitt nú norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre.
Tað er bara eitt hálvt ár síðan, at ukrainski forsetin seinast var í Noregi, har hann helt røðu í norska stórtinginum á einum norðurlendskum toppfundi í Oslo.
- Hetta verður triðju ferð, at norðurlendskir ráðharrar saman hitta ukrainska forsetan. Norðurlond hava ein identitet og ein felagsskap, og nú eru øll londini limir í Nato.
Jonas Gahr Støre sigur við norskar miðlar í morgun, at fundurin millum norðurlendsku ríkis-og stjórnarleiðararnar er tekin um, at londini standa saman í trygdarpolitiskum spurningum.
- Hetta ger tað eisini møguligt at hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, saman, sigur norski forsætisráðharrin, og tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur.