Norðurlond fara at tosa um graslíki á stevnu í Havn

Fótbóltur: FSF hevur bjóðað politikarunum at vera hjástaddir, tá ætlanin um Tórsvøll verður løgd fram og umrødd

Í komandi viku skipar FSF fyri fótbóltsfundi í Havnini. Fundurin verður á Hotel Føroyum, og hann verður hildin í sambandi við, at Fótbóltssambandið í ár stendur fyri tørni at vera vertur fyri tí, sum á norðurlendska fótbóltsmálinum verður rópt norðurlendska anleggskonferansan.

Sambært luttakaralistan koma fjúrtan umboð fyri fótbóltssambondini í Danmark, Íslandi, Noregi, Svøríki og Finnlandi, og umframt hesi ætlast nevndin fyri FSF at taka lut á stevnuni. Luttakararnir koma til Føroya hósdagin seinnapartin. Stevnan verður sett av Torleifi Sigurðsson, formanni í FSF, tíðliga fríggjamorgunin, og fremmandu luttakararnir fara avstað aftur fyrrapartin sunnudagin.


Tórsvøllur verður

á skránni

Beinanvegin fríggjamorgunin hevur FSF sett Tórsvøll á skránna. Teir hava heitt á Heðin Mortensen, stigtakara til landsstadion í Gundadali, um at leggja projektið fram fyri fundin, og tað hevur hann játtað at gera saman við grannskoðaravirkinum INPACT, sum er fíggjarligur ráðgevi, og saman við arkitektunum Albert Isfeldt, Gudmundi Hansen, Árna Winther og Suna Dalsgaard, sum hava gjørt uppskotið um, hvussu stadion skal síggja út.

Í sambandi við hesa framløguna og orðaskiftið í tí sambandinum hevur FSF eisini boðið politikarunum at vera hjástaddir. Bræv er farið til Føroya Landsstýri, sum verður bjóðað at senda umboð á Hotel Føroyar annan fríggjamorgun, og fíggjarnevndin er eisini bjóðað at vera við. Úr FSF verður sagt, at teir halda tað vera rímuligt, at politikarnir, sum í løtuni viðgera, um teir skulu játta pening til Tórsvøll ætlanini, fáa møguleikan at vera við, tá greitt verður frá ætlanini, og hon verður umrødd av fótbóltsfólki.

Roknað verður við, at Tórsvøllur verður viðgjørdur frá klokkan níggju fríggjamorgunin og til klokkan hálvgum eitt. Síðsti parturin verður ein túrur oman í Gundadal at hyggja at umstøðunum, har ætlanin er at gera vøllin.

Úr FSF verður sagt, at teir taka Tórsvøll fyri beinanvegin, tí tað ber møguleikar við sær fyri samrøðum ímillum luttakararnar um henda spurningin alla tíðina, meðan teir eru saman. Í FSF vóna teir, at sjónarmiðini hjá nógvum fótbóltsfólki, sum eru von við at fáast við íløgur í fótbóltsvøllir og høllir, fara at vera góður íblástur í kjakið um ætlanina í Gundadali.


Tað nýggjasta

innan graslíki

Burtursæð frá umrøðuni av Tórsvølli fer tað mesta av fundinum at snúgva seg um graslíki og ta menning, sum tey seinnu árini hevur verið á tí økinum.

Norðmenn fylgja sera væl við og eru frammarlaga, tá tað ræður um graslíki, og leygardagin seinnapartin kl. 15 fer Per Ulseth, sum er anleggsstjóri í norska fótbóltssambandinum at geva eina frágreiðing um graslíki. Í sambandi við hetta innleggið eru umboð fyri fótbóltsfeløgini og umboð fyri tær kommunurnar, har graslíkisvallir eru, boðin at vera við. Tá Ulseth verður liðugur, verður skipað fyri orðaskifti um spurningin.

Umframt at greiða frá, hvussu menningin hevur verið, so verður eisini m.a. nortið við, hvussu graslíkisvallir við sandi og uttan sand skulu røkjast.


Aðrar framløgur

Svenskarar fara at siga frá um, hvørji krøv UEFA setur til vallir, har dystir á høgum støði verða avgreiddir. Teir fara at greiða frá um at ansa eftir vøllum við sjónvarpsupptøkutólum, frá teirra royndum við innandura fótbóltsvøllum og frá ymiskum graslíkisundirløgum, sum gera, at tað ber til at spæla fótbólt longri á árinum og at brúka vallirnar nógv meiri.

Íslendingar fara at tosa um tað, teir kalla fótbóltshús og at lýsa norðurlendska samstarvið viðvíkjandi standardisering av vanligum grasi.

Danir fara at greiða frá eini trygdarhondbók fyri donsk ítróttarøki, og hvussu teir í Danmark royna at betra um umstøðurnar fyri vetrarvenjing. Teir fara eisini at siga frá nýggjastu royndunum við graslíki í Danmark og frá hollendsku GrassMaster skipanini.