Norðurmakedónia er styrkismett lægst av øllum londunum, sum verður við til EM-endaspælið. Teir eru styrkismettir sum nummar 62 á heimsstyrkilistanum hjá FIFA.
Tað verður seint gloymt, tá forsetini í Fótbóltssambandinum, Christian F. Andreasen, eftir fyrra sigurin móti Grikkalandi helt fyri, at nú skuldu Føroyar koma til EM-endaspælið. Tað, sum hann visti, var at Nations League var í umbúna, og at eitt av 16 teimum lægst styrkismettu londunum í UEFA fór at fáa eitt atgongumerki til EM 2020 endaspælið.
Føroyar vóru á einum aldurkambi, men upptøkan hjá Kosovo sum fótbóltstjóð steðgaði okkum. Teir endaðu tó við at spæla finaluna um EM-plássið móti Norðurmakedónia, sum vann. Kendastur á liðnum er 37 ára gamli Goran Pandev, men liðið telur eisini spælarar sum Elif Elmas úr Napoli í Italia, Enis Bardhi úr Levante í Spania og Ezgjan Alioski úr Leeds í Premier League.
Ongin væntar nakað av Norðurmakedónia, men vit sóu við Finnlandi í gjár, at tað er altíð okkurt óvæntað til eitt endaspæl. Kanska Norðurmakedónia kann gera ein ísland frá 2016?
Bólkur C:
Eysturríki – Norðurmakedónia (17.00)
Dómari: Andreas Ekberg, Svøríki
Leikvøllur: Arena Națională í Bukarest í Rumenia
Norðurmakedónia: Dimitrievski - Velkovski, Musliu, Ristevski - Ristovski, Nikolov, Ademi, Spirovski, Alioski - Pandev, Elmas
Hópurin hjá Norðurmakedónia:
Málverjar:
Stole Dimitrievski, Rayo Vallecano
Damjan Siskovski, Doxa Katokopia
Riste Jankov, Rabotnicki
Verjuspælarar:
Stefan Ristovski, Dinamo Zagreb
Visar Musliu, Fehérvár
Egzon Bejtulai, Shkëndija
Kire Ristevski, Újpest
Gjoko Zajkov, Charleroi
Darko Velkovski, Rijeka
Ezdzan Alioski, Leeds
Miðvallarar:
Arijan Ademi, Dinamo Zagreb
Enis Bardhi, Levante
Stefan Spirovski, AEK Larnaca
Boban Nikolov, Lecce
Tihomir Kostadinov, Ružomberok
Ferhan Hasani, Partizani
Eljif Elmas, Napoli
Daniel Avramovski, Kayserispor
Darko Curlinov, Stuttgart
Marjan Radeski, Akademija Pandev
Áleyparar:
Goran Pandev, Genoa
Aleksandar Trajkovski, Mallorca
Ivan Trickovski, Larnaca
Vlatko Stojanovski, Chambly
Krste Velkovski, Sarajevo
Milan Ristovski, Spartak Trnava