Nú styttist til Nordvesten ?97 verður set í Vágstúni týsdagin 1. juli 1997 kl. 16.00, har skrúðgonga við norskum, donskum og føroyskum dansifólki við tí nú heimskenda Klaksvíkar Hornorkestri á odda gongur úr Klaksvíksgarðinum og heim í Vágstún. Jógvan við Keldu, býráðformaður setur stevnuna, og verða eisini røður frá hinum luttakandi londunum.
Umframt konsertir, útferðir, listaframsýningar og aðrar framsýningar, bæði við heimligum kenningum, eins og noregsmonnum og dønum, er næstan hvønn dag sjónleikur, fólkadansur og -tónleikur á skránni. Eisini eru kjakløtur á skránni: mikudagin 2. juli 1997 kl. 16.00 verður kjakløta í Skúlanum við Ósánna við heitinum Udkanten, det skabende menneske har m.o. Jóan Pauli Joensen, professari og Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri saman við rithøvundum og rektarum úr Noregi og Danmark leggja fyri - kjakfundurin er almennur, eins og allir hinir.
Hóskvøldið 3. juli 1997 kl. 19.00 verður Den Færøske dans, skik og brug í Skálanum, har Eyðun Andreassen, professari og Brynjolf Lamhauge, lærari greiða frá.
Í hesum sambandi verður ein listaframsýning av Anker Eli Petersen sett upp í Skálanum. Anker Eli Petersen kemur sjálvur at greiða frá um Sjúrðarkvæðini útfrá klippmyndum, hann hevur gjørt.
Ola Jonsmoen, rektari greiðir frá um Huldu Garborg, sum fyrst í 1900 var í Føroyum fyri m.a. at kunna seg um tann føroyska dansin, og tók við sær aftur til Noregs, tað tey nú kalla »Færø-steg« í norska fólkadansinum.
Internetið er eisini sloppið við! Hvønn dag er internetcafé uppi á Tekniska skúla, har áhuga kunnu sleppa at royna seg á netinum frá kl. 14.00-16.30. Aldursmark er 15 ár. Eisini 12 teldur kunnu vera á netinum í senn, og verður sakkøn hjálp at vegleiða - hesin kann tó verða nakað smábýttur, um øll 12 eru púra óroynd á internetinum.
Internetið er jú ein sera opin skipan, har alt - bæði líkt og ólíkt finst. Netið kann eisini verða nýtt sum ein miðil - tú kanst í teksti og myndum, ja eisini ljóði vísa á ta mentan, sum sereyðkenni á tínum staði. Tí verður í hesum sambandi við einum Internet-kjakløtu á Tekniska Skúla fríggjadagin 4. juli 1997 kl. 16.00 set á skránna: »Udkanten og kultur imod den store verden«. Kjakløtan verður skipað sum video-ráðstevna við Nørre Nissum Gymnasium - nærhendis Lemvig - um stórskýggja.
Ein framsýning, sum ber heitið På sporet af Norden verður at síggja alla vikuna uppi á Tekniska skúla frá kl. 15.00-17.00.
Eisini í Fuglafirði
Í fuglafirði verða eisini tiltøk alla vikuna við útferðum, gongutúrum, konsertum, framsýningum, sjónleiki, fólkadansi og -tónleik á skránni. Ein serlig framsýning verður um Grind og grindedrab - Skik og bruk, som Grindamannafelagið skipar fyri. Henda er opin allar dagarnar frá kl. 16.00.
Umframt Nordvesten ?97 fyrireika fuglfirðingar seg til varmakeldustevnu, sum verður vikuskiftið 5.-6. juli 1997.
Afturvendandi táttur á varmakeldu eru tær sera góðu listaframsýningarnar, sum hava verið líka síðan 1969. Við framsýningum er mangur spírin kveiktur til listamann. Listaframsýningarnar í Fuglafirði, sum altíð hava verið við breiðum úrvali, fáa so í ár vitjan av norksum og donskum listamonnum. Listaframsýningin, sum verður í skúlanum verður opin hvønn dag frá mikudegi kl. 16.00, tá ið ein norskur fólkadansarabólkur eisini er við.
Nordvesten ?97 endar við samkomu í Fuglafirði leygardagin 5. juli 1997.
Tað er skipað fyri serligum sambandi um Lorvíksfjørð allar Nordvesten ?97 dagarnar seint á kvøldið. MF Pride siglur kl. 23.00 av Klaksvík og 23.30 av Lorvík og um Varmakeldustevnuna av Fuglafirði seinni um náttina.