Noreg brast U21 dreymin hjá Onglandi

Noreg vann í gjár ein greiðan 3-1 sigur á Onglandi í U21 EM endaspælinum í Ísrael. Ongland er sostatt úti. Italia vann somuleiðis greitt á vertunum.

 

Bretar eru í øðini inn á avrikið móti Noreg í gjár og krevja Stuart Pearce frá sum U21 landsliðsvenjara. Ongland bleiv stutt og greitt spælt av vøllinum móti norðmonnum, sum vunnu 3-1.

 

Noreg var a odda 2-0 í hálvleikinum. Ongland skifti ú tog royndi at leypa á, men tað endaði við at Noreg kom á odda 3-0, áðrenn ongland minkaði um munin til 3-1.

 

Í hinum dystinum í bólki A vann Italia 4-0 á Ísrael, sum fekk ein mann útvístan í seint í fyrr hálvleiki. Italia liggur nú fremst í bólki A við fullum stigatali, meðan Noreg er nummar tvey við fýra stigum.

 

Ongland – Noreg 1-3(0-2)

0-1 Frederik Berge, 15

0-2 Jo Inge Berget, 34

0-3 Magnus Eikrem, 51

1-3 Craig Dawson, 57 br

Ongland: 4-3-3

Jack Butland - Adam Smith, Steven Caulker, Craig Dawson(Andre Wisdom, 85.min), Danny Rose - Jordan Henderson, Jason Lowe(Conor Wickham, 45.min), Nathaniel Chalobah - Thomas Ince, Nathan Redmond(Jonjon Shelvey, 67.min) - Wilfred Zaha

Noreg: 4-3-3

Orjan Haskjold Nyland - Omar Elabdellaoui, Thomas Rogne(Havard Nordtveit, 83.min), Fredrik Berge(Martin Linnes, 58.min), Stefan Strandberg - Harmet Singh, Stefan Johansen, Magnus Eikrem(Abdissalam Ibrahim, 68.min) - Jo Inge Berget, Marcus Pedersen, Havard Nielsen

 

Italia – Ísrael 4-0(2-0)

1-0 Riccardo Saponara, 18

2-0 Manolo Gabbiadini, 42

3-0 Manolo Gabbiadini, 53

4-0 Alessandro Florenzi, 71

Italia: 4-4-2

Francesco Bardi - Giulio Donati, Matteo Bianchetti, Luca Caldirola, Cristiano Biraghi - Riccardo Saponara, Alessandro Florenzi, Marco Verratti(Nicola Sansone, 70.min), Lorenzo Insigne(Fausto Rossini, 40.min) - Ciro Immobile, Manolo Gabbiadini(Mattia Destro, 57.min)

Ísrael: 4-4-1-1

Boris Klaiman - Elazar Dasa(Ofer Verta, 46.min), Ben Vahaba, Omri Ben Haroush, Talb Tawatha - Yisrael Zaguri, Ofir Kriaf, Nir Biton, Eyal Golsa - Mohammed Kalibat(Ahad Azam, 83.min) - Alon Turgeman(Or Baroch, 67.min)

Bólkur A:

1. Italia 6

2. Noreg 4

3. Ísrael 1

4. Ongland 0