Noreg ein neista frá vanlukkuni

Ein av boripallunum hjá Statoil í Norðsjónum var raktur av sama skeivleika, sum varð orsøkin til óhappið í Meksikoflógvanum skrivar norska blaðið Dagens Næringsliv.

Blaðið skrivar, at eitt óhapp á Gullfaks C feltinum, sum Statoil rekur, kundi verið eins álvarsligt sum óhappið í Meksikanska flógvanum herfyri, men av tilvild hendi eingin álvarslig vanlukka.

Sambært blaðnum hevur Statoil júst latið eina kanning av hendingini til norska kolvetniseftirlitið. Hon viðger alla gongdina fram til 19. mai, tá 89 fólk vórðu flutt av boripallinum av ótta fyri eini spreinging.

Undir boringini av einum oljubrunni rakti borurin við ein lumma av nátúrgassi í undirgrundini. Gassið, sum er undir sera høgum trýsti í undirgrundini, oyðilegði allar trygdarventilarnar og streymaði upp gjøgnum borirørið.

Orsakað av einum ótøttum røri hevði manningin á Gullfaks einki tamarhald á gassinum, sum kom heilt upp til pallin. Í ávísum støðum á pallinum varð mett, at eldur kundi koma í gassið stendur í frágreiðingini frá Statoil. Ein neisti hevði kunnað fest í og verið orsøkin til eina spreinging.

Sambært frágreiðingini hevði hetta kunnað fingið álvarsligar avleiðingar, men Statoil metir, at vandin var undir eitt prosent. Víðari skrivar blaðið, at tað var júst ein slík hending, sum fór fram í Meksikanska flógvanum 20. apríl, har 11 fólk doyðu og 17 vórðu skadd.

Á Gullfaks varð manningin flutt til lands. Eingin spreinging hendi men tveir mánaðir gingu, áðrenn Statoil aftur hevði tamarhald á støðuni. Og sambært frágreiðingini var tað tilvild, sum gjørdi, at boribrunnurin á havbotninum ikki varð oyðilagdur. Um ikki eitt hol í brunninum hevði verið fylt við borimóru, varð sannlíkt, at olja varð likin út á sama hátt sum í Meksikanska flógvanum.

Støðan á Gullfaks var ein álvarslig hending og sum kundi endað galið. -Tað hevur týdning, at vit læra av hesum sigur Øjstein Michelsen, konsernstjóri hjá Statoil viðvíkjandi kanning og framleiðslu við Dagens Næringsliv.

Kanningarfrágreiðingin finst at Statoil fyri ikki at hava tilrættalagt arbeiðið nóg væl, eins og fyri vánaliga váðameting og fyri at borimanningin ikki hevði kompetansurnar til at fremja ta serstøku boringina.