Fimm fólk eru saknað eftir ein ógvusligan eldsbruna í einari smáttu í Andøy í Noregi í nátt. Fýra av teimum saknaðu eru børn undir 16 ár, skrivar blaðið VG.
Løgreglan fekk boð um eldin klokkan hálvgum fimm í nátt, og tað var eftir, at maðurin, sum slapp út úr brennandi smáttuni, hevði runnið fleiri kilometrar uttan klæði ella skógvar at boða frá. Hann hevði frammanundan roynt at fingið hini fólkini út, men tað var ógjørligt, og tí rann hann eftir hjálp.
Smáttan liggur í einum dali við skógi og vøtnum, og einki fartelefonsamband er í økinum.
Løgreglan hevur bæði á jørðini og úr luftini leitað eftir, um slóðir eru av fólki burtur frá smáttuni, men einki hevur verið at sæð. Átaksleiðarin sigur við VG, at tey stúra fyri, at tey fimm saknaðu fólkini eru at finna í leivdunum av smáttuni.
Løgreglan sigur, at eingi tekin er um, at hendingin er annað ein syrgilig vanlukka.
Tey seks fólkini, sum vóru í smáttuni, búgva í Vågan kommunu í Lofoten, og har hava myndugleikar, kirkjur og skúlar settu í verk krepputiltøk fyri at hjálpa avvarðandi og øðrum.