Tað var so stórt drama, sum tað næstan ikki ber til at ímynda sær, tá ið norðmenn í kvøld vunnu 25-24 í HM kappingini, sum í hesum døgum er í Kroatia.
Síðstu lítlu løtuna vóru fýra norðmenn og seks týskarar úti á vøllinum. Eftir at týskarar høvdu minkað um munin til 25-24, mistu norðmenn bóltin. Tjúgu sekund vóru eftir, men týskarar skundaðu sær ov nógv. Dómararnir vildu hava teir at taka innkast umaftur, uttan at klokkan varð steðgað, og tað vóru týskarar ógvuliga fortørnaðir yvir.
Norðmenn vístu framúr hugburð í verjuspælinum, og ikki minst málverjin stóð seg væl.
Norski sigurin ber við sær Týskland hevur 5 stig, Pólland, Danmark og Noreg 4 stig, Serbia 3 stig og Makedonia 2 stig. Danmark og Makedona spæla kl. 19.
Í hinum bólkinum tapti Svøríki í dag 31-30 ímóti Ungarn. Tapið ber við sær, at Svøríki ikki hevur møguleika at røkka hálvfinaluni.