Noreg kanska semingsland

Íslendska sjónvarpið Støð 2 veit at siga, at íslendska stjórnin hevur havt samband við fleiri lond fyri at vita, um nakað land er sinnað at royna seg sum semingsland í Icesave-trætuni millum Íslendingar øðrumegin og bretar og niðurlendingar hinumegin.

Sambært sjónvarpsstøðini er tað rættiliga sannlíkt, at ein norskur politikari verður semingsmaður.

Talsmaðurin fyri forsætismálaráðið í Reykjavík, Einars Karl Haraldsson, sigur við norska Dagbladet í kvøld, at stjórnin umhugsar at velja Týskland, Frakland ella Noreg sum semingsland.

Norski uttanríkisráðharrin, Jonas Gahr Støre, sigst vera ein møguleiki. Fyrrverandi týski uttanríkisráðharrin Joschka Fischer hevur eisini verið nevndur.