Noreg: Øll fimm funnin deyð

– Hetta kennist órættvíst, sigur prestur

Fimm fólk eru funnin deyð eftir ein ógvusligan eldsbruna í einari smáttu í Andøy í Noregi í leygarnáttina. Fýra av teimum deyðu eru børn undir 16 ár, skrivar blaðið VG.

Løgreglan fekk boð um eldin klokkan hálvgum fimm í leygarnáttina, og tað var eftir, at maðurin, sum slapp út úr brennandi smáttuni, hevði runnið fleiri kilometrar uttan klæði ella skógvar at boða frá. Hann hevði frammanundan roynt at fingið hini fólkini út, men tað var ógjørligt, og tí rann hann eftir hjálp.

Smáttan lá í einum dali við skógi og vøtnum, og einki fartelefonsamband er í økinum.

Løgreglan leitaði bæði á jørðini og úr luftini eftir, um slóðir eru av fólki burtur frá smáttuni, men einki var at síggja. Nú er váttað, at tey fimm fólkini eru funnin deyð í útbrendu leivdunum av smáttuni.

Løgreglan sigur, at eingi tekin er um, at hendingin er annað ein syrgilig vanlukka.

Tey seks fólkini, sum vóru í smáttuni, búgva í Vågan kommunu í Lofoten, og har hava myndugleikar, kirkjur og skúlar sett í verk krepputiltøk fyri at hjálpa avvarðandi og øðrum.

– Fýra børn eru tikin frá okkum og ein stórur partur av okkara framtíð er ikki longur á lívi. At børn verða rakt á hendan hátt, kennist órættvíst, sigur sóknarpresturin Peter Shaw Wilhelmsson við VG.