Noreg: Minsta nøgd av makreli í 36 ár

- Tað gongur væl á fleiri markanðum í løtuni, men nýggja prísstøðið á makreli kann fara at gera, at makrelurin í størri mun enn áður kemur í kapping við onnur fiskasløg

Noreg útflutti í januar 9000 tons av makreli, og hetta er sambært kystmagasinet.fo, sum endurgevur Norges Sjømatråd, minsta nøgd av makreli í januar heilt síðan 1990.

 

Tað sigur Jan Eirik Johnsen, sum starvast við uppsjóvarfiski hjá felagnum.

 

Í januar vórðu umleið 7.500 tons av makreli landaði í Noregi. Men, eru nøgdirnar smærri, hava prísirnir á makreli verið góðir.

 

- Samanborið við januar í 2025, vóru prísirnir á makreli í januar í ár heili 65 prosent hægri, sigur Jan Eirik Johnsen.

 

Hetta var fyri makrel, sum vigar 600 gramm og minni.

 

- 2026 verður eitt heilt óvanligt ár við makrelinum. Alheimsútboðið nøktar ikki eftirspurningin, og tí eru prísirnir øktir munandi.

 

Sum skilst, dugir vinnan í løtuni ikki at meta um, hvørjar avleiðingarnar verða, tí enn hava brúkararnir - tey, sum keypa og eta makrel - ikki reagerað.

 

Í samrøðu við www.kystmagasinet.no heldur Jan Eirik Johnsen, at øktu prísirnir við tíðini kunnu fara at gera, at nýtslan minkar.

 

- Men, enn er trupult at siga, hvørji stutttíðar-og langtíðarávirkanin verður, sigur hann.

 

Hann vísir á, at tað gongur væl á fleiri markanðum í løtuni, men nýggja prísstøðið kann fara at gera, at makrelurin í størri mun enn áður kemur í kapping við onnur fiskasløg.