Noreg og ES í stríði um nebbasild

Noreg og ES eru dundrandi ósamd um kvotuna av nebbasild. Tí er vandi fyri, at veiðan í ár verður størri enn heildarkvotan Altjóða Havgranskingarráðið (ICES) mælir til, at veiðan eftir nebbasild ikki fer yvir 400.000 tons í ár, og í komandi viku kemur ICES við síni endaligu niðurstøðu, sum fer at siga, um ráðið fer at loyva eini so stórari veiði.

Noreg hevur longu gjørt av, at teirra skip kunnu fiska 120.000 tons av nebbasild í ár ? ella 30% av væntaðu heildarkvotuni upp á 400.000 tons. Haraftrat hevur Noreg lagt 7.000 tons omanyvir sum avleiðing av ovurveiði hjá ES-skipum í fjør.

ES hevur svarað aftur og hevur ásett eina heildarkvotu upp á 360.000 tons, sum svarar til 90% av tilmæltu heildarveiðini.

Halda norðmenn fast um sína kvotu, og heildarkvotan hjá ES er endalig, merkir hetta, at samlaða veiðan eftir nebbasild í ár verður umleið 467.500 tons. Tað eru 67.500 tons fleiri, enn ICES mælir til.

Á heimasíðuni hjá Danmarks Fiskeriforening verður sagt, at tá Noreg tekur sær eina so stóra kvotu, má landið væl trúgva, at stovnurin av nebbasild í norskum sjógvi er væl fyri.

Tað er nevniliga soleiðis, at Noreg bert kann fiska ein lutfalsliga lítlan part av síni nebbasildakvotu í ES-sjógvi.

- Nei, vit eru ikki firtnir, tí norðmenn teir hava ásett sær eina so stóra kvotu av nebbasild. Tað hava teir rætt til, sigur Flemming Kristensen, leiðari hjá donskum fiskimonnum, við Fiskeribladet Fiskaren.

Noreg kann fiska smá 20.000 tons av nebbasild í ES-sjógvi, meðan donsk skip, sum hava 96% av nebbasildakvotuni hjá ES, kunnu fiska 20.000 tons í norskum sjógvi.