Noreg og Grønland gjørt fiskiveiðiavtalu

Herfyri samdust Noreg og Grønland um nýggja sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2011. Fiskiveiðisamráðingarnar millum londini vóru í Keypmannahavn, og avtalan er, at londini halda fram við somu rættindum, sum eru galdandi fyri árið í ár.

Sambært avtaluni fær Grønland ikki lut í øktu kvotunum fyri tosk og hýsu í Barentshavinum. Á hinari síðuni fær Noreg heldur ikki meiri fisk úr Grønlandi, enn landið fekk í ár.

Grønland kann fiska 2150 tons av toski, 630 tons av hýsu og 1000 tons av upsa í Barentshavinum næsta ár. Haraftrat kunnu grønlendsk skip fiska 650 tons av hjáveiði av øðrum fiskasløgum í norskum sjógvi í 2011.

Noreg kann fiska 900 tons av svartkalva í Vesturgrønlandi og 275 tons í Eysturgrønlandi umframt 235 tons av kalva eystanfyri.

Norska toskakvotan í Grønlandi er 750 tons, kvotan av kongafiski er 400 tons, og síðan kann Noreg fiska 300 tons av uppisjóvarfiski.

Samanlagt kann Noreg fiska 150 tons av øðrum fiskasløgum sum hjáveiði.