Hondbóltur
Norska kvinnulandsliðið í hondbólti hevur rokkið enn einari hálvfinalu. Hetta gjørdist veruleiki, tá norsku kvinnurnar vunnu oddadystin í millumspælinum ímóti Spania. Dysturin endaði 27-24 til Noreg.
Tað sá tó svart út í fyrra hálvleiki, tá einki gekk eftir vild hjá Noregi, og var støðan 14-8 til Spania, tá liðini fóru til hálvleik.
Men í seinna hálvleiki gjørdu norsku kvinnurnar eitt øðilig come-back. Tá fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, var spanska leiðslan trý mál, og tá 10 minuttir vóru farnir, var Spania á odda við bert tveimum málum. Norska verjan fann stórspælið fram, og tá eitt korter var farið, javnaði Noreg til 18-18.
Seinasta korterið var Noreg klárt betri, og vann at enda rættiliga trygt. Talan er um ein stóran persónligan sigur fyri íslendska venjaran, Tórir Hergeirsson, sum tók yvir aftaná Marit Breivik, sum vann 11 EM, OL og HM-heiðursmerki við norska liðnum.