Nú klokkan 9 byrjaði fundur í Stórtinginum, har Knut Storberget, løgmálaráðharri, og Grete Faremo, verjumálaráðharri, skulu leggja frágreiðingina hjá 22. juli-nevndini fram.
Og undan fundinum fer andstøðan ikki fram við mýkindum.
Tað er rætt, sum Vinstra-formaðurin sigur, at Noreg sveik sítt egna fólk 22. juli. Tað hevur víst seg, at vit ikki hava megnað uppgávuna nóg væl, sigur Per Sandberg úr Fremskritspartiet, sum er formaður fyri justitsnevndini.
Fyrr í dag segði Vinstra-formaðurin, Trine Skei Grande við NRK, at Noreg sum tjóð heilt greitt sveik í týdningarmestu uppgávuni 22. juli, nevniliga at verja egnar borgarar.
Eg haldi, at fremsta uppægávan hjá einari stjórn er at verja sínar borgarar. Hendan dagin megnaðu vit tað ikki. Eg ætli mær ikki at leggja skuldina á nakran ávísan persón, men vit mugu seta skipanir í verk, so vit eru til reiðar, skuldi ein líknandi støða uppstaði, sigur Trine Skei Grande vikð VG Nett.
Mynd: Per Sandberg og Trine Skei Grande
ES: Til ber at síggja stórtingsfundin beinleiðis á vg.no