Noreg vann lagnudystin

Kristian Kjelling vísti stórspæl ímóti Russlandi, og tað var í tøkum tíma hjá norðmonnum

Noreg vann ein sera týðandi 28-24 sigur á Russlandi í EM-bólki A, eftir at Noreg var á odda 16-13 í steðginum.
Kristian Kjelling hevur ikki spælt væl á norska hondbóltslandsliðnum seinastu tíðina, men kortini trúði landsliðsvenjarin, Robert Hedin uppá, at Kristian Kjelling fór at sláa til ímóti Russlandi. Tíbetur fyri Noreg, so sá Robert Hedin rætt, tí Kristian Kjelling setti átta mál inn ímóti Russlandi, og átti hann síni stóru fingramerki í norska sigrinum í gjárkvøldið.
– Tað var stuttligt at verða við til hendan dystin. Vit upplivdu nakað av trýsti áðrenn dystin, og tí var tað eyka gott at vinna upp á hendan mátan, segði Kristian Kjelling við VG, aftaná dystin.
Ímóti Kroatia fekk hann bara tvey mál í 10 skotroyndum, men hann tordi at royna at skjóta nógv ímóti Russlandi, og tað bar munandi betri til, tí hesa ferð fekk hann átta av 16 skotroyndum í netið.

Hava enn kjansin
Kroatia vann 28-25 á Ukraina, sum verður mótstøðuliðið hjá Noregi í annaðkvøld klokkan 19.10. Megnar Noreg at vinna tann dystin, vinnur liðið seg í millumspælið og fær tvey stig við sær.
Ukraina hevur ikki gjørt tær stóru skreytirnar enn, og eru norðmenn árvaknir, so skuldi ligið væl fyri at fingið enn ein sigur í hús.