Noreg vann seg í millumspælið

Noreg hevði sítt hoyggj við Ukraina, men tað eydnaðist okkara grannum í eystri at vinna ein tepran 31-29 sigur á Ukraina. Ukraina var á odda 16-14 í hálvleikinum.

 

Kristian Kjelling er glaður um sigurin, men misnøgdur við spælið. Við norska blaðið, VG sigur Kristian Kjelling: - Vit spældu sera illa, at vit vunnu hendan dystin er eitt undur.

 

Sigurin hevði sín prís, tí Stian Fredrik Vatne mátti út við einum knæskaði, og tað er lítið sannlíkt, at hann spælir aftur í hesum EM-endaspælinum.

 

Fyri hondbóltsfjepparar í Føroyum eru hetta góð tíðindi, tí Noreg endar saman við Kroatia og Russlandi í bólki saman við Danmark, Íslandi og Eysturríki í millumspælinum.

 

Kroatia vann fyrr í dag 30-28 á Russlandi. Tað merkir, at Kroatia tekur fýra stig við sær í millumumfarið. Noreg tekur tvey stig við sær, meðan Russland tekur einki stig við sær í millumumfarið, tí stigini ímóti Ukraina fella burtur.

 

Håvard Tvedten fekk átta mál fyri Noreg í kvøld, meðan Lars Erik Bjørnsen fekk sjey mál, og áttu teir sín stóra lut í norska sigrinum. Kristian Kjelling fekk trý mál í kvøld, og hann var ikki so eyðsýndur.

 

Støðan í millumbólki 1, áðrenn dystirnar mánadagin er hendan :

 

1. Kroatia 4 stig

2. Ísland 3 stig

3. Noreg 2 stig

4. Danmark 2 stig

5. Eysturríki 1 stig

6. Russland 0 stig

 

Støðan í millumbólki 2 :

 

1. Spania 3 stig

2. Pólland 3 stig

3. Frakland 3 stig

4. Slovenia 2 stig

5. Týskland 1 stig

6. Kekkia 0 stig

 

Eittarnir og tveyarnir spæla hálvfinalu, leygardagin 30. januar.