Noreg við nýggjum revsipakka móti Russlandi

- Málið er at gera tað truplari hjá Russlandi at fíggja kríggið móti Ukraina, sigur norski uttanríkisráðharrin

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide

Noreg hevur sett í verk ein nýggjan revsipakka móti Russlandi.

 

- Nýggi pakkin samsvarar við 19. revsipakkan hjá ES, sum Noreg tekur undir við, sigur norska stjórnin í tíðindaskrivi.

 

Víst verður á, at russiska álopskríggið gongur hart útyvir silvilfólkið í Ukraina.

 

- Við nýggja pakkanum verða framhaldandi tiltøk sett í verk móti eitt nú russiskari orku, bankum og krypto-keypsskálum.

 

Norski uttanríkisráðharrin sigur, at málið er at gera tað truplari hjá Russlandi at fíggja álopskríggið móti Ukraina.

 

Espen Barth Eide leggur aftrat, at Noreg eisini fylgir ES-viðtøkunum um at skipa rørsluna hjá russiskum diplomatum í Evropa.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide