Kenneth B. Olsen
Fyrigevið okkum, katalogið er als ikki eftirfarandi, hetta er yvurskriftin á siðu 2 í tí nýggja kataloginum hjá Smyril Line.(Hetta máttu eg og familjan ásanna. Eg og mini nærmastu skuldu niður til Danmarkar í konfirmatión tann 25. mai 2006, so hugdi vit í katalogið hjá Smyril Line, har kundi vit koma niður til Dk. fyri bert 6770 kr. Vit at bíleggja summarhús frá Dansommer, síðani ferseðil frá Smyril Line til tann 18. mai 2006, NÙ VÓRU VIT ØLL GLAÐ.(MEN so ringdi Smyril Line. Norrøna skal í dokk, tit kunnu ikki fara niður til Danmarkar tann 18. mai 2006. SJOKK.(Um Smyril Line skal meta seg sum eitt felag, ið bjóðar øllum at pakka bilin í túninum og koyra umborð, so skulu tit lýsa í góðari tíð við, at Norrøna skal í dokk tann 13. til 20. mai.(Nú kunnu vit ikki koma til Danmarkar fyri bert 6770 kr. tann 18-05-06, sum er lýst í tí nýggja kataloginum hjá Smyril Line.(Um Norrøna skal í dokk, summarfrí ella vetrafrí, so lýs hetta í góðari tíð.(Tí tað eru ikki tit sum sita eftir við grátandi børnum, ið ikki sleppa í konfirmatión hjá systknabarninum í Danmark tann 18-05-206 fyri bert 6770 kr við bili, sum lýst var í nýggja kataloginum hjá SMYRIL LINE.