Norrøna fer jólatúr til Edinburgh

Aftur í ár skipar Smyril Line fyri jólatúri til Edinburgh í Skotlandi. Í fjør var útselt á túrinum, og tí bjóðar Smyril Line aftur gott túsund føroyingum á jólatúr við Norrønu

Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarstjóri á Smyril Line sigur, at higartil hava umleið 500 føroyingar keypt sær ferðaseðil til Edinburgh á jólum.

- Skotski høvuðsstaðurin, Edinburgh, er á tremur við søgu, mentan, handlum og jólahýrði. Har ber til at síggja vøkur slott, góðar matstovur og pubbur. Har eru eisini spennandi og hugnaligir handlar við góðum úrvali, lágum prísum og sera vinarligum jólamonnum, sigur Jákup Sverri Kass.

Umborð á Norrønu verður undirhald við m. a. Jens Marna Hansen Band, trubadurinum Petko, View to a Point og øðrum.

Matstovurnar, náttklubbarnir og tax-freehandilin verða øll á tremur við góðum tilboðum til øll ferðafólkini.

- Vit vóna, at alt hetta fer at seta sín serliga dám á jólini hjá teimum, sum velja leggja leiðina til Edinburgh í ár – og fara vit at gera okkara besta til tess at øll tey ferðandi fáa ein ógloymandi túr til søguliga skotska høvuðsstaðin, sigur sølu- og marknaðarstjórin á Smyril Line.

Norrøna fer av Havnini mánamorgunin 24. november klokkan 8 og liggur í Edinburgh frá klokkan 11 týsdag til klokka 12 mikudag.

Norrøna er aftur á Havnini hósdagin tann 27. novembur klokkan 14.