Tíðliga mánamorgunin á Flenderwerft skipasmiðjuni í Lübeck í Týsklandi var brúgvin sett á nýggju Norrönu.
Tann 24. august skal skipið sjósetast, og sigur Kári Durhuus, talsmaður fyri Smyril Line, at alt gongur eftir ætlan, og Norröna verður klár at sjóseta til tíðina.
Tá skipið er sjósett skal alt innan gerast, og síðani verður hon klár at senda til Føroya. Hetta verður eftir ætlan í mars mánaða næsta ár.