Norrøna óhappið: Stevna landsstýrinum

Skipara- og Navigatørfelagið hevur stevnt landsstýrinum í sambandi við handfaringina av óhappinum, tá ið Norrøna fór á land

Norrøna óhappið

Tað eru nú skjótt tvey ár síðani, at Norrøna fór á land í havnalagnum í Tórshavnar Havn tann 15. januar í fjør.
Men hóast drúgvar frágreiðingar eru skrivaðar, er málið ikki liðugt enn.
Og nú verður tað rætturin, sum sleppur at siga sína hugsan um málið.
Skipara- og Navigatørfelagið hevur nevniliga stevnt Fiskimálaráðnum og tað verður gjørt í eini roynd at fáa málið tikið uppaftur.

Tvær mótstríðandi kanningar
Annars gjørdi Skipaeftirlitiðeina drúgva kanning í sambandi við óhappið og hóast sagt verður, at høvuðsatvoldin til óhappið var tann nógvi vindurin, sigur Skipaeftirlitið, at skipan tók nógvar skeivar avgerðir.
Hetta førdi við sær, at skiparin fór úr starvi.
Men skiparin vildi ikki góðtaka niðurstøðurnar í frágreiðingini hjá Skipaeftirlitinum og síðani hevur felag hansara, Skipara- og Navigatørfelagið, arbeitt víðari við málinum.
Í hesum sambandi fekk Skipara- og Navigatørfelagið Ørv Thomassen at gera eina meting av kanningini hjá Skipaeftirlitinum.
Ørvur Thomassen hevur drúgvar royndir sum skipari á skipum, sum líkjast Norrønu, og tí bað Skipara- og Navigatørfelagið hann kanna niðurstøðurnar í frágreiðingini hjá Skipaeftirlitinum.
Og tað er ikki ov nógv gjørt av at siga, at hann sáplaði frágreiðingina hjá Skipaeftirlitinum niður.
Hann metti nevniliga, at niðurstøðurnar í frágreiðingini hjá Skipaeftirlitinum kunnu ikki brúkast, tí tær byggja á skeivleikar, gitingar, misvísandi upplýsingar og vantandi dugnaskap við at skaffa sær neyðugar upplýsingar umborð á Norrønu.
Hann metti tískil ikki, at kanningin hjá skipaeftirlitinum kundi verða tikin fyri fult.
Hann metti somuleiðis, at soleiðis, sum skiparin á Norrønu hevði borið seg at, var tað rætta í eini slíkari støðu og hann helt tí ikki, at skiparin kundi fáa skyldina fyri óhappið.
Niðurstøðan hjá Ørvi Thomassen førdi til, at Skipara- og navigatørfelagið kærdi til Fiskimálaráðið og kravdi, at niðurstøðurnar í frágreiðingini hjá Skipaeftirlitinum vórðu tiknar aftur.
Men tað vórðu tær ikki og Fiskimálaráðið vildu ikki gera meiri við málið.

Krevja óhefta kanning
Men fyri tað er málið ikki slept og Skipara- og Navigatørfelagið hevur nú reist tað av nýggjum.
Tað hevur felagið gjørt í eini stevning so at málið nú kann roynast í rættinum.
Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara-og Navigatørfelagnum, sigur, at í stevningini verður kravt, at ein óheft kanning verður gjørd, har kanningin hjá Ørvi Thomassen verður sett upp ímóti kanningini hjá Skipaeftirlitinum.
 Tað, sum hendi í hesum máli, var, at kanningin hjá Ørvi Thomassen varð sópað av borðinum uttan nakrar grundgevingar, sigur Ellintur Abrahamsen.
Og hann leggur afturat, at Skipara- og Navigatørfelagið góðtekur ikki, at kanningin hjá Ørvi Thomassen verður skúgvað til viks, uttan grundgeva fyri, hvat er skeivt í hansara kanning og tí heldur hann, at tað er neyðugt, at kanningin hjá Ørvi Thomassen verður sett upp ímóti kanningini hjá Skipaeftirlitinum.
Tí er Fiskimálaráðið tískil stevnt við kravi um, at ein óheft kanning verður gjørd, har báðar kanningarnar verða settar upp ímóti hvørjum øðrum.