Gita hevur verið óført um, hvussu fyrsta árið hjá nýggju Norrønu hevur hilnast. Tað er einki dulsmál, at inntøkurnar hjá Smyril Line av nýggju Norrønu ikki hava staðið mát við metingarnar, sum vóru gjørdar, áðrenn stásiliga ferðamannaskipið fór í sigling í fjør.
Herviliga ILA-sjúkan hevur gjørt sítt til, at fyrsta fíggjarárið ikki hevur hilnast eftir vild. 6. mei verður roknsskapurin fyri fíggjarárið 2003 almannakunngjørdur og tá fæst nærri at vita um fíggjarstøðuna hjá Smyril Line.
Nevndin í Smyril Line hevur verið rættiliga kúrr um fíggjarstøðuna hjá Norrønu, men nú góðar 14 dagar fyri aðalfundinum hjá Smyril Line loysir hetlendski nevndarlimurin í Smyril Line, Morgan Goodlad, frá posabandinum.
30 mio. eftir reyv
Í viðtalu við hetlendska internetblaðið, Shetland Times, greiðir skrivstovustjórin hjá Shetland Council og nevndarlimurin í Smyril Line, Morgan Goodlad frá, at hallið hjá Norrønu í fjør er góðar 30 mio. krónur.
-Vit høvdu eitt hall á góð 3 mio. pund í fjør. Vit eru noyddir at fáa okkara tíðarætlan og tað fíggjarliga í rættlag. Vit hava fyrireikað okkum væl til summarsiglingina, og nú skulu vit bara kjakast um vetrarsiglingini, sigur Morgan Goodlad við Shetland Times.
Javnvigar
Morgan Goodlad er, hóast stórt hall, rættiliga bjartskygdur um framtíðarvánirnar hjá Norrønu.
-Talið, sum kemur fram í greinini við Shetland Council er ein meting og ikki eitt endaliga úrslit. Eg kann kortini váttað, at talið fer at liggja um 30 mio. í halli í fjør. Vit stóðu okkum væl í summarsiglingini, men vetrarsiglingin hilnaðist illa, har serliga laksaútflutningurin kiksaði. Eg eri kortini sannførdur um, at vit venda gongdini, tí Norrøna hevur góðar inntøkumøguleikar, sigur Morgan Goodlad við Sosialin mánamorgunin.
Hann leggur afturat, at í 2001 og 2002 hevði Norrøna eitt yvirskot á góðar 30 mio. krónur tilsamans og hallið fyri 2003 javnvigar tískil við góðu úrslitini í 2001 og 2002.
Kúrrir
Á Smyril Line vilja tey hvørki vátta ella avsanna tíðindini um stóra hallið í fjør. Formaðurin í nevndini í Smyril Line, Klæmint Weihe, sigur seg ikki hava nakra viðmerking.
?Eg hava onga viðmerking til hatta talið og eg kann bert vísa til aðalfundin, sum verður 6. mei. Tá fáa tit endaligu tølini fyri 2003, sigur Klæmint Weihe í stuttari viðmerking