20.marts verður dagurin, tá nýggja Norrøna verður latin Smyril Line av Flenderverft skipasmiðjuni í Lubeck í Týsklandi.
- Arbeiðið gongur væl, og skipið verður liðugt til tíðina. Tað sigur Jóannes á Váli, annar av stjórunum í Smyril Line. Hann greiðir frá, at øll stórarbeiði, m.a. við maskiuni og við tí elektriska, eru komin undir land, og eftir restar bara innrættingin umborð, útluftningin, umframt onnur smærri arbeiði. Umleið 10.februar er ætlanin at fara fyrsta tekniska royndartúrin við skipinum, ið tá veruliga skal standa sína roynd.
Prísurin heldur
Nú Norrøna er um at vera liðug, kann Jóannes á Váli staðfesta, at prísurin fyri skipið fer at halda. Sáttmálabundni prísurin fyri nýggja, stásiliga skipið er 710 milliónir krónur.
Í summar kom Flenderverft skipasmiðjan, ið byggir Norrønu, í fíggjarligar trupulleikar, fór seinni í gjaldssteðg, og tað er hon enn. Men tungi fíggjarligi burðurin hjá skipasmiðjuni hevur kortini ikki darvað arbeiðinum at smíðja nýggju Norrønu. Tó er framtíðin hjá týsku skipasmiðjuni framvegis óviss.
100.000 ferðafólk
Eftir ætlan skal nýggja Norrøna í sigling, beint eftir at hon er latin eigarunum tann 20.marts. Tó er enn ikki tikin endalig støða til, hvørt skipið fyrst skal ein framsýningartúr, áðrenn tað fer í regluliga sigling. Í ár eru páskirnar um miðjan apríl, og tá vænta tey hjá Smyril Line nógv ferðafólk við nýggja skipinum.
Í juni kemur týska fótbóltslandsliðið til Føroya at spæla, og hetta er ein góður møguleiki hjá Smyril Line at marknaðarføra nýggja skipið í Týsklandi. Hjá Smyril Line hava tey enn einki yvirlit yvir, hvussu nógvir fótbóltsáskoðarar koma hendaveg til dystin við Norrønu, men skipið fer úr Hanstholm leygardag og verður á Havnini mánadag, sum dysturin verður spældur mikudag, og tískil skuldi verið lagamanni hjá týskum fótbóltsáskoðarum at nýtt hesa farleið.
Síðsta summar førdi Norrøna umleið 75.000 ferðafólk í Norðuratlantshavi. Jóannes á Váli sigur, at nú nýggja skipið verður tikið í nýtslu, vænta tey eina øking uppá 30 prosent í ferðafólkatalinum.
- Málið er at nýggja skipið helst skal flyta 100.000 ferðafólk í summarsiglingini, sigur Jóannes á Váli.
Stjórin í Smyril Line vil ikki seta tal á, hvussu nógv ferðafólk nýggja skipið skal flyta, fyri at tað skal mala runt fíggjarliga. Men hann sigur tó so mikið, at talið helst skal vera nakað omanfyri tey 75.000 ferðandi, ið Norrøna flutti síðsta summar.