Norrøna á rættari kós í 2009

Tað var ein smílandi og bjartskygdur nevndarformaður í Smyril Line, sum varð við til almennu vígsluna av nýggju rutuni millum Havnina og Esbjerg

Jan Müler

úr Esbjerg

 

- Tað stendur nógv betri til hjá Smyril Line nú heldur enn fyrr. 2009 verður eitt ár, har vit fáa vent skútuni til at sigla stabilt og við røttu kósini, tá vit skulu suðureftir og norðureftir Hetta sigur nevndarformaðurin Klaus Kjærulff við Portalin. Við einum útreiðslustrukturi, sum er lægri enn fyrr og við umskipan av teimum dugnaligu starvsfólkunum og við nøkrum partaeigarum í rygginum, sum stuðla felagnum uppá ein og annan mátan, síggi eg ljóst uppá framtíðina.

 

Nýggi nevndarformaðurin, sum er fyrrverandi stórreiðari og við nógvari vitan og royndum á skipaøkinum, var í góðum hýri til móttøkuni í Esbjerg. Sjálvur heldur hann, at Smyril Line gongur spennandi tíðum á møti við fleiri ferðafólkum. Nevndin, sum hevði stuttan fund umborð á Norrønu, meðan hon lá við bryggju í Esbjerg, kemur við eini útmelding um støðuna í endanum av mars. Lesið meira um vígsluna í Sosialinum í komandi viku og lurtið eisini eftir Vinnurásini á Rás2 týsdagin. Eisini verða livandi myndir at síggja undir Kykmyndir á Portalinum í komandi viku.