Søgur eru farnar at ganga um, at ein partur av loysnini hjá Norrönu verður at flagga skipið út, men hetta avsannar Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line. Ein fíggjarlig loysn er komin undir land og Smyril Line hevur longu gjørt tær broytingar, sum liggja í loysnini.
- Serliga hava vit broytt rutuna soleiðis, at vit nú sigla upp á Hirtshals heldur enn Esbjerg og Hanstholm. Harvið spara vit oljuútreiðslur, samstundis sum kundarnir fáa eina munandi betri tænastu við atløguviðurskiftunum í Hirtshals, sigur Rúni Vang Poulsen.
Landsstýrið verður alla tíðina kunnað um støðuna, men Smyril Line hevur ikki biðið landið um at spýta meira pengar í felagið.
- Landið er ein av stóru partaeigarunum, so sjálvandi verður landsstýrið kunnað alla tíðina. Tað hevur nevndarformaðurin gjørt, so eg veit ikki nágreiniliga, hvussu orðini eru fallin, sigur Rúni Vang Poulsen.
Hann sigur annars, at øll formlig viðurskifti í sambandi við fíggjarligu loysnina eru fingin til vega, og nú vantar bert at fáa juridisku skjølini undirskrivað, og tað væntar stjórin í Smyril Line fer at henda antin hesa vikuna ella í komandi viku.