Seinasta leygardag var almenn vígsla í havnini í Esbjerg í sambandi við, at Norrøna er farið at sigla aftur uppá Esbjerg. Borgarstjórin í Esbjerg ynskti Smyril Line vælkomnum til býin. Vinnurásin hjá Rás2 var við. Endursending í dag kl. 14. Í sendingini eru røður, samrøður og tónleikur frá hesum túrinum úr Havn til Esbjerg. Tosað verður við umboð fyri vinnulívið, manning og umboð fyri Smyril Line. Ì sendingini eru eisini røður, sum vórðu til móttøkuna umborð, har eitt nú Klaus Kjærulff, nevndarformaður í Smyril Line, Kurt Skov, stjóri í Bluewater og Gloria Kalsø, nevndarformaður í Framtak hildu røðu. Vinnusendingin, sum var í Rás2 týsdagin verður endursend í dag kl. 14. Vertur er Jan Müller.