Níggju dystir hava verið í HM-undankappingini í kvøld, og tað bleiv átta heimasigrar. Danmark vann 4-1 á útivølli ímóti Armenia fyrr í dag, men allir hinir dystirnir endaðu við sigri til heimaliðið.
Noreg var á vitjan hjá Týsklandi í Stuttgart, og her gjørdist tað til eina eyðmýking. Týskland vann 6-0 eftir at hava verið á odda 4-0 í hálvleikssteðginum. Týskland og Sveis eru einastu liðini, sum framvegis hava fult stigatal eftir átta dystir.
Eisini Ongland liggur væl fyri, nú teir í kvøld vunnu 2-1 ímóti kappingarneytunum úr Slovakia og eru fimm stig á odda í bólki F. Slovakia var annars á odda 1-0, men Eric Dier og Marcus Rashford vendu dystinum við hvør sínum máli.
Danmark bleiv fyrr í dag fyribils nýtt oddalið í bólki E, men Pólland og Montenegro vunnu bæði sínar dystir í kvøld, soleiðis at Danmark nú er á einum jøvnum øðrum plássi við Montenegro og hevur trý stig upp til oddaliðið, Pólland.
Bólkur C
Aserbadjan – San Marino 5-1
Týskland – Noreg 6-0
Norðurírland – Kekkia 2-0
Bólkur E
Armenia – Danmark 1-4
Montenegro – Rumenia 1-0
Pólland – Kasakstan 3-0
Bólkur F
England – Slovakia 2-1
Skottland – Malta 2-0
Slovenia – Litava 4-0