Mongu yvirtøkurnar og samanleggingarnar í altjóða oljuheiminum hava eisini sett síni spor í føroyskum oljuhøpi. Eitt av feløgunum, sum er í eini rættiliga torførari telving, er norska oljufelagið Norsk Hydro. Felagið hevur í mong ár verið partur av The Faroes Partnership bólkinum saman við Amerada Hess, Dong, Lasmo og Atlants Kolvetni. Herfyri keypti felagið norska líltabeiggjan Saga Petroleum, sum í føroyskum oljuhøpi hevur verið partur av einum øðrum oljubólki, nevniliga Total Fina og Anadarco. Saga hevur eisini verið mett at vera eitt av teimum feløgunum, sum hevur havt besta jarðfrøðiliga innlitið í føroyska økið og kanska var komið longst við forkanningum sínum.
Nú 1. útbjóðing nærkast skulu oljufeløgini eisini gera upp við seg sjálvi, hvørjar bólkar tey vilja vera við í. Greitt er at tað fara at henda fleiri broytingar í verandi bólkum orsakað av yvirtøkum og samanleggingum og av øðrum orsøkum.
Avleiðingar fyri føroyingar?
Ein spurningur, sum eisini nógvir føroyingar spentir bíða eftir svari uppá, er, hvar Norsk Hydro endar, tá avtornar. Tí fer Norsk Hydro úr bólkinum, sum føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum er í, má tað sigast at vera eitt stórt afturstig fyri føroyska felagið og bólkin. Tann kann gera bólkin verri fyri til eina komandi útbjóðing, og onkur kann tá kanska spyrja, í hvussu góðum hondum milliónirnar, sum føroyingar hava sett í Atlants Kolvetni, tá eru! Hetta nýtist tó ikki at vera nakar trupulleiki. Tí møguleiki er eisini fyri, at okkurt stórt felag avloysir Norsk Hydro. So enn er langtfrá alt avgjørt. Tað er tí rætt at siga, at føroysku íleggjararnir hava ikki nakra orsøk til at kenna seg ótryggar í løtuni út frá tí støðu bólkurin er í.
Trupulleiki
Arvid Halvorsen, varaforseti fyri altjóða leiting og framleiðslu hjá Norsk Hydro váttar fyri Sosialinum, at teir í løtuni hava ein trupulleika at dragast við. Sum støðan er nú eru teir við í tveimum bólkum, tí teir hava keypt Saga, og tað ber sjálvandi ikki til, tá ein útbjóðing letur upp. -Vit mugu tí rætt og slætt til at velja millum teir báðar bólkarnar, sum báðir eru tveir góðir bólkar at vera í sigur Arvid Halvorsen, sum leggur aftrat, at avgerðin um hetta verður ikki tikin her og nú men einaferð í næstum. Tað er eisini greitt, at hvørja avgerð felagið enn tekur, so kann tað koma at kosta pengar. Spurningurin er, hvat er bíligari og hvar Norsk Hydro heldur seg vera best fyri í eini komandi útbjóðing.
Sum partnari í Total-bólkinum kann m.a. hugsast, at norska felagið alt fyri eitt fær operatørstatus, nakað, sum hevur stóran týdning fyri fleiri oljufeløg. Men nakað annað er so, og hetta hava fingið hvørki fingið váttað ella avsannað, at tað oftani er galdandi í sáttmálum millum oljufeløg í bólkum, at tekur eitt felag seg úr einum bólki og fer í ein annan bólk, so noyðist tað at leypa eina útbjóðing um fyri aftur at kunna vera við í tí sama økinum. Um hetta skuldi verið galdandi fyri Norsk Hydro í The Faroes Partnership, so kann tað merkja, at felagið ikki fær verið við í 1. útbjóðing við Føroyar saman við Total og Anadarco.
Uppá fyrispurning um nevndu trupulleikar kunnu vera orsøkin til, at Norsk Hydro ger sum Shell og tekur seg úr føroyska økinum skilja vit norska stjóran soleiðis, at føroyingar kunnu rokna við Norsk Hydro, tá 1. útbjóðing letur upp.
Hvat treytunum fyri útbjóðingina viðvíkur, so hevði hann kanska roknað við lutvíst lagaligari treytum. -Vit høvdu kanska ikki roknað við einum royalty, men 2% er lutvíst varisligt. Hetta verður tó sagt við fyrivarni, tí eg kenni ikki allar treytirnar til fulnar.
Í løtuni fer mesta orkan hjá leiðsluni í Norsk Hydro at leggja tey bæði norsku feløgini saman.
Onnur feløg vilja uppí
Jan Evensen frá Amerada Hess sigur í eini viðmerking til málið viðvíkjandi Norsk Hydro, at teir fegnir síggja, at felagið verður verandi í bólkinum, tí Norsk Hydro er eitt gott oljufelag. Teir hava so eisini arbeitt saman øll hesi seinastu árini og havt eitt sera gott samarbeiði.
Um tað hendir, at norska felagið tekur seg úr bólkinum, so eru eisini ráð fyri tí. Jan Evensen váttar, at tað eru onnur feløg, sum kundu hugsað sær at verið við í bólkinum. Og okkurt av hesum feløgunum er rættiliga stórt og áhugavert. Hann vil bert siga, at tað er eitt av feløgunum, sum seinastu árini hevur fylgt gongdini við Føroyar.
Skuldi talan verið um eitt felag, sum ikki hevur verið við í øðrum bólki, so er ikki nógvir møguleikar. Tá er bert talan um eitt felag, og tað er British Gas. Felagið hevur alla tíðina arbeitt sum ein einari á føroyska økinum. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá felagnum, hvørjar samstarvspartnarar tað kundi ynskt sær, nú 1. útbjóðing stendur fyri durum.