Føroyski træbáturin hevur altíð vakt ans, eisini uttanlands, og á ólavsøku í fjør kannaði ein norsk kvinna, sum var í Føroyum sum ferðafólk, sær ein føroyskan bát. Tað var í sambandi við, at felagsskapurin Kiwanis lutaði eitt fýramannafar burtur, sum Jóan Petur hevði smíðað. Henda unga norska kvinnan, sum gekk framvið, gjørdist so hugtikin av bátinum, at hon keypti eina rúgvu av lutaseðlum. Eydnan var kortini ikki við henni, men hon gavst ikki á hendur. Anne Marie Austerheim, sum kvinnan eitur, gjørdi ikki mætari men bílegði ein bát við segli og árum frá Jóan Peturi. Báturin er nú farin til Noregs við Norrønu, til eitt lítið pláss sunnanfyri Stavanger, har kvinnan er ættað.
Henda norska kvinnan hevði ógvuliga stóran áhuga fyri bátum. Hon gekk eisini runt og hugdi at navnabrettunum á føroyskum bátum. Hennara bátur fekk so tvey nøvn, annað er "Dvørgur", sum er vanligt navn á lítlum bátum, og "Nikkjen", sum merkir lítið trøll á norskum, greiðir Jóan Petur Clementsen frá.
Tað eru ikki nógvar slíkar uppgávur í arbeiðinum hjá Jóan Peturi, men av og á stingur okkurt slíkt seg upp. Og í summar fingu Jóan Petur og pápin, sum eisini er bátasmiður, eina forkunnuga vitjan av einum dana.
Pápi mín gjørdi ein bát til ein danskan lækna, sum æt Henriksen og sum var lækni á Sandi í hálvtrýssjunum. Tíðliga í summar kom ein danskur bátasmiður inn á verkstaðið. Hann segði, at ein kona hevði ringt til sín og biðið hann komið og hugt at einum báti. Hann so gjørdi og sær, at báturin er føroyskur. Henda konan gav hesum manninum bátin og nú vísir tað seg at vera báturin, sum pápi mín smíðaði til Henriksen fyri meiri enn 40 árum síðani. Henriksen er deyður fyri nógvum árum síðani og børn hansara høvdu ongan áhuga í bátinum. Hesin danski bátasmiðurin hevði ein toll við í sjáttuni og hann passaði akkurát í skapelónina hjá pápa. Kona henda danska bátasmiðin hevur verið frítíðaravloysari á Klaksvíkar sjúkrahúsi í summar. Nú ein dagin kom hesin danskarin saman við einum lærlingi aftur inn á gólvið og tá hevði hann myndir við av bátinum. Danskir lærlingar sleppa sera sjáldan at gera nýggjar træbátar, tí spurdi hann meg, um hann kundi sleppa at gera eitt fýramannafar saman við mær og so keypa hann aftaná. Og tað er so avtalað nú, sigur Jóan Petur.
Gamalt handverk
Bátasmíð er gomul vinnugrein í Føroyum, men hon hevur ikki havt góðar dagar í longri tíð, lutvíst av kreppuni sum hevur verið, meirvirðisgjaldinum, sum er lagt á, og ikki minst av, at onnur bátasløg, serliga plastbátar hava vunnið fram. Jóan Petur hevur nakrar uppgávur liggjandi, serliga umvælingar, og ein fyrispurningur er um eitt sjeymannafar.
Eg havi fitt at gera, men henda vinnugreinin er í stórum vanda, um meirvirðisgjaldið ikki verður tikið av nýggjum bátum. So verður tað heilt skjótt, at bátasmíð fer í søguna. Tá ið ringu tíðirnar byrjaðu datt nærum alt niður fyri, men nú merki eg, at tíðirnar eru broyttar aftur. Meirvirðisgjaldið kom akkurát tá tíðirnar vóru ringar og tað gingu fleiri ár, áðrenn eg fekk nakað at gera aftur. Bátar verða lutfalsliga so lítið brúktir og eingin tímir at gjalda 25 % í landskassan fyri ein bát. Tað er rættiliga harmiligt, at so fáir nýggir træbátar verða gjørdir. Plastbátarnir hava vunnið fram og tikið seg inn á træbátin. Men nú vísir tað seg, at fólk hava fingið áhuga fyri træbátinum aftur runt um í Føroyum til stuttleikabrúk. Tann føroyski báturin hevur avgjørt nakað fram um aðrar, hann er nógv betri at vera í, og liggur róligari í sjónum. Træ er eitt natúrligt evni og arbeiðir betri saman við vatni, sigur Jóan Petur.
Bátasmíð er í familjuni hjá Jóan Peturi. Langabbi hansara, Marius Jóannesarson í Funningi var bátasmiður, og pápi hansara, Marius Clementsen somuleiðis.
- Pápi lærdi hjá Hans Christoffer Hansen í Miðvági, og eg havi lært hjá pápa, sigur Jóan Petur, sum var drongur, tá ið hann byrjaði at smíða.
Ferðafólkasigling
At sigla við ferðafólki undir fuglabjørg er vorðið so væl umtókt nógva staðni og fyri tveimum árum síðani fór Jóan Petur undir hetta. Hann siglir við bátinum Hvíthamri, sum hann sjálvandi sjálvur hevur smíðað, og báturin tekur 12 fólk.
Eg geri tveir skipaðar túrar, annars ber til at gera avtalaðar túrar. Av Sandi verður farið til Skúvoyar, runt Skúvoynna og til Sands. Í summar var øgiliga nógvur lomvigi og annar fuglur at síggja, Skúvoyarbjørgini eru størstu lomvigabjørgini í Føroyum, og kóp sær man altíð. Eg sigli eisini undir bjørgini vestan fyri á Sandoynni.
- Hetta er triðja summarið eg sigli og eg havi merkt eina stóra framgongd í ár. Túrarnir eru ikki fullsettir hvørja ferð, men eg sigli um tvey fólk tekna seg. Sandoyggjafólk gera ikki nógv av at koma við, onkur hendinga kanska, sigur Jóan Petur.
Ferðafólkasigling í tann mun eg reki tað, órógvar hvørki náttúru ella fugl. Fyrstu tveir-tríggjar túrarnar flytir fuglurin seg undan, men so venur hann seg við bátin og fer ikki frá honum, sigur Jóan Petur at enda.