Norski fiskimálaráðharrin vitjar á Hellunum

Svein Ludvigsen og Jørgen Niclasen tosa um fiskirættindasáttmálan, sum er millum Føroyar og Noreg og um framtíðarvánir.

Almenn vitjan

Í hesum døgum hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vitjan úr Noregi. Gesturin er norski fiskimálaráðharrin, Svein Ludvigsen, sum kom til Føroya seinnapartin sunnudagin.
Hetta er ein almenn vitjan og liður í tí samstarvi, sum er millum Føroyar og Noreg á fiskivinnuøkinum.
Ráðharrarnir og starvsbrøðurnir hittast vanliga til fundar einaferð um árið, skiftivís í Føroyum og Noregi. Hesaferð var tað so túrurin hjá norska fiskimálaráðharranum at vitja í Føroyum.


Framtíðarvánir

Í tíðindaskrivinum, sum Fiskimálastýrið sendi út, stendur, at samráðingar skuldu vera millum fiskimálaráðharrarnar fyrrapartin í gjár og aftur fyrrapartin í dag, men hetta eru ikki tær árligu samráðingarnar um fiskirættindi, tí sáttmálin millum londini er komin uppá pláss.
Vit fregnaðust tí hjá skrivaranum hjá Jørgeni Niclasen, hvat hesar samráðingar snúgva seg um.
Skrivarin sigur, at fiskimálaráðharrarnir ivaleyst fara at tosa um sáttmálan, sum er millum londini og helst eisini um framtíðarvánir og samstarv annars.
Tvey embætisfólk frá fiskivinnuumsitingini í Oslo eru við Svein Ludvigsen á fundunum í Føroyum og umframt Jørgen Niclasen, eru Kaj P. Mortensen og Jens Helgi Toftum við frá føroyskari síðu.


Á ferð við Brimli

Tá ið vit tosaðu við Fiskimálastýrið fyrrapartin í gjár, sótu fiskimálaráðharrarnir á fundi saman við embætisfólkum sínum.
Á middegi skuldu gestir og vertir umborð á Brimil, sum skuldi føra ferðalagið norður til Klaksvíkar, har Jákup Sólstein skuldi taka sær av gestunum.
Úr Klaksvík fer Brimil norður á Oyndarfjørð, har ferðalagið verður sett í land á Hellunum í gummibáti. Her er ætlanin at vitja smoltstøðina hjá partafelagnum, Laksá.
Svein Ludvigsen og embætisfólk hansara fara heimaftur seinnapartin í dag.