Norski venjarin hevur vunnið alt uttan OL-gull

Noreg og Russland møttust eisini í HM-finaluni í Fraklandi í fjør. Tá vann Russland 29-24, so tær norsku kvinnurnar hava nógv at hevna. 53 ára gamla Marit Breivik, sum hevur vant norska kvinnulandsliðið síðani 1994 hevur vunnið alt, sum landsliðsvenjari, bara ikki OL-gull. Marit Breivik hevur vunnið hesi heiðursmerki, sum norskur landsliðsvenjari:

 

1994: EM: bronsa

1996: EM: silvur

1997: HM: silvur

1998: EM: gull

1999: HM: gull

2000: OL: bronsa

2002: EM: silvur

2006: EM: gull

2007: HM: silvur

 

Marit Breivik fer frá sum norskur landsliðsvenjari komandi vár, og eru tað mong, sum unna henni at krúna verkið við einum OL-gullheiðursmerki. Flestu norsku hondbóltsserfrøðingar trúgva, at tað fer at eydnast Noregi at vinna gull, men Russland hevur eitt sterkt lið, so tað kann gerast eins javnt, sum tað var í hálvfinaluni ímóti Korea. Kristine Lunde er ivasom hjá Noregi í morgin, men arbeitt verður við at fáa hana klára. Seinasta óvissan um klaguna hjá Korea er farin aftur um bak, og tað er púra víst, at Russland og Noreg byrja OL-finaluna kl. 8.45 í morgin.